Broyting byrjar við B

Eg stilli upp, tí eg vil gera mun. Eg vil arbeiða fyri familjum, so tað verður lættari at fáa børn og liva eitt gott lív í Føroyum. Eg vil styrkja javnstøðuna, so bæði kvinnur og menn hava somu møguleikar. Eg vil tryggja, at børn og ung fáa hjálp til tíðina – eisini í psykiatriini. Og eg vil skapa betri karmar fyri bústaðir, lesandi og tey, sum vilja flyta heim til Føroyar.

 

Eg vil arbeiða fyri:

 

  • At hækka barsilshámarkið til 60.000kr. 
  • At hækka barnafrádráttin við 2.000kr. Fyri hvørt barn
  • At mammur og pápar skulu verða javnsett, tá tað kemur til foreldramyndugleika og barsil
  • At vit seta aldurmark á Sosialar miðlar
  • At bústaðir skal byggja Lestraríbúðir, og vit skulu føra Kampusverkætlanina út í verki
  • At kvinnudominerað størv skulu verða virðismett og lønt hareftir
  • At fáa lógarásett eina viðgerðartrygd, ið eisini umfatar psykiatri
  • At vit krevja revsiváttan frá teimum, ið koma inn í landið at arbeiða og búseta seg
  • At vit seta ferð á matrikuleringina, so vit fáa bygt fleiri bústaðir
  • At vit innføra ein leigustuðul, ið er grundaður á inntøku.

 

Eg trúgvi upp á eitt samfelag, har vit taka ábyrgd, bæði fíggjarliga og sosialt. Har tryggleiki, trivnaður og møguleikar ganga hond í hond.

 

Eg eri beinrakin, arbeiðssom og ikki bangin fyri at siga tingini, sum tey eru. Um tú vilt hava eina rødd, sum arbeiðir fyri familjum, javnstøðu og framtíð Føroya – so skalt tú velja meg.

 

Set tín kross við Sunnvá Dahl Høgfeldt, valevni fyri Sambandsflokkin.