EM: Vit eru í bólki við Kosovo, Montenegro og Ungarn

Drigið er til komandi EM-undankappingina hjá monnum

Føroyska manslandsliðið í hondbólti endaði í bólki 4 í komandi EM-undankappingini.

 

Mótstøðuliðini vera Kosovo úr styrkisbólki 4, Montenegro úr styrkisbólki 3, og Ungarn úr styrkisbólki 1. Føroyar vóru í styrkisbólki 2. 

 

EM-endaspælið verður leikt dagarnar 13. til 30. januar í 2028. Vertslondini vera Sveis, Spania og Portugal. Um Føroyar vinna seg til endaspælið skulu okkara spæla innleiðandi bólkadystirnar í portugisiska høvuðsstaðnum, Lissabon. 

 

Í seinasta EM-endaspælinum vunnu Føroyar í Oslo ein knúsandi 37-24 (19-12) stórsigur á Montenegro. 

 

Í seinastu EM-undankappingini vunnu Føroyar við Tjarnir 32-21 (13-9) á Kosovo, og á útivølli 25-23 (12-13) á Kosovo. Møguleikarnir hjá Føroyum at vinna á Montenegro og Kosovo við Tjarnir eru góðir, men talan er um torførar útivallir á Balkan við fanatiskum heimaáskoðarum. 

 

Ungarn, ið søguliga er ein risatjóð í hondbólti verður favorittur til at vinna undanbólkin. Vónandi ber tó til hjá okkara monnum at knógva stig móti teimum við Tjarnir. 

 

HER eru allir undanbólkarnir:

 

##med2##

 

Kelda: Eurohandball