Broytingar í Tryggingarfelagnum

Seinasta freist at boða frá luttøku á eykaaðalfundi hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna, sum eigur Tryggingarfelagið Føroyar, er í morgin. Eykaaðalfundurin verður 4. januar.

Á skránni eru viðtøkubroytingar.

– Ognarfelag Tryggingartakaranna, sum eigur Tryggingarfelagið Føroyar, lýsir til eykaaðalfundi 4. jan. 2012 við viðtøkubroytingum á skránni. Seinasta freist hjá tryggingartakarunum at tryggja sær rætt til at møta er við skrivliga at boða frá luttøku í seinasta lagi 5 dagar undan aðalfundinum, sigur Johan Petresen, tryggingartakari.

Hann vísir á, at ímillum allar jólalýsingarnar í Dimmalætting 19. desember á síðu 22 er at finna ein ¼-síðulýsing frá Ognarfelag Tryggingartakaranna, har boðað verður frá eykaaðalfundi at verða mikudagin 4. januar 2012 klokkan 18.00 á Hotel Hafnia.

– Sagt verður eisini frá, at dagsskráin er vitøkubroyting um valbæri til umboðsráðið, um at víðka umboðsráðið frá 23 til 35 limir og um at stytta valskeiðið fyri nevndfarlimir frá 4 til 2 ár. Eisini er ymiskt á skránni.

– Men fyri at kunna møta í egnum felag, skal eigarin ella tryggingartakarin, sum hann verður nevndur í lýsingini, boða skrivliga frá í seinasta lagi 5 dagar frammanundan, tvs. í seinasta lagi í morgin fríggjadagin 30. des. So fær hann rætt at møta á eykaaðalfundinum, men hevur ikki atkvøðurætt. Møguliga fær hann talurætt, so leingi orðstýrarin gevur honum loyvi til tess, vísir Johan Petersen á.

Tryggingartakari kann skrivliga boða frá luttøku á trygging.fo