Bruce Springsteen á Roskilde Festival

Roskilde festivalurin í Danmark hevur júst almannakunngjørt, at Bruce Springsteen er ein av høvuðsnøvnunum til komandi festivalin.

 

Tað er neyvan nakað nýtt í tíðindunum frá Roskilde Festivalinum um, at tann amerikanska rokklegendan Bruce Springsteen, trínur á Orange pallin í summar – men nú eru tíðindini umsíðir váttað av Roskilde Festivalinum.

 

-Vit gleða okkum til at lata summarnáttina upp í hendurnar á Bruce Springsteen, siga fyrireikarar í tíðindaskrivi til danskar miðlar.

 

Higartil hevur tað staðið á heimasíðuni hjá Bruce Springsteen, at hann ætlar at vitja í Danmark í døgunum hjá Roskilde Festivalinum, og tá var skjótt gitt, at hesi tíðindi vóru sonn, hóast festivalurin ikki vildi vátta ella avsanna.

 

Sambært heimasíðuni hjá Springsteen, so skal hann framføra leygardagin 7. Juli, og tað eru framvegis eindags atgongumerki til leygardagin, sum seljast fyri 910 krónur.