Millum mongu áhugaverdu fyrilestrarhaldararnar á oljuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum í farnu viku var nýggi leitistjórin hjá BP fyri Føroyaøkið, Tim Goodwin.
Hann tekur við hesum týðandi starvinum í eini broytingartíð hjá BP. Felagið var tað mest virkna á landgrunninum, tá 1. útbjóðing lat upp í ár 2000. Í mun til øll hini feløgini, sum fingu leitiloyvi bant BP seg til at bora tveir brunnar. Vit kenna øll úrslitið av tí fyrru boringini, Svínoy kallað. Brunnurin var turrur, hóast serfrøðingarnir og leiðslan hjá felagnum høvdu rættiliga stórar vónir til eitt oljufund líkt tí teir høvdu gjørt fleiri ár frammanundan í bretskum øki, nevniliga Foinaven og Schiehallion.
Síðani er tað hent, at BP í samráð við Jarðfeingi hevur flutt sínar boriskyldur úr landssynningshorninum og langt inn á landgrunnin. Felagið skal saman við Shell og Anadarko bora ein basaltbrunn í 2007.
Tim Goodwin er í tí hepnu støðu, at hann skal standa á odda fyri komandi brunninum, sum BP hevur góðar vónir til, hóast hann leggur stóran dent á, at talan er framvegis um stóra váða, Highrisk boring.
Men hann heldur felagið hevur tryggan botn at standa á og arbeiða út frá, nú tað hevur verið við frá byrjan av. BP hevur arbeitt í Føroyum seinastu 10 árini saman við Shell. Nú verður tað samstarvið víðkað til eisini at fevna um Anadarko.
-Vit høvdu størri vónir til økið í byrjanini, men tað gekk ikki sum ætlað. Síðani hava vit flutt okkara skyldur til annað økið, sum er meira lovandi. Vit kalla hetta fyri highrisk men vit halda avgjørt, at her eru møguleikar at finna olju og gass. Hetta skal sjálvandi vigast upp ímóti tjúkku basaltløgunum. Men vit fara til verka við tí í huga, at hetta skal eydnast sigur Tim Goodwin, sum saman við føroyska umboðsmanninum hjá BP fylgdi allari oljuráðstevnuni.
Føroyar raðfestar lægri
Hvussu høgt metir hann, at Atlantsmótið er í raðfestinini hjá BP globalt.
-Nú tað ikki gekk so væl at bora fyri fimm árum síðani haldi eg, at Føroyaøkið og Hetland verða raðfest lægri enn áður, tá tað um nýggjar íløgur ræður. Týðandi íløgur standa fyri framman í Mexikanska flógvanum, Azerbadjan og Vesturafrika. Men vit hava skyldur í Føroyum framvegis, og tær ætla vit okkum at halda og liva upp til.
Tim Goodwin fegnast um, at BP hesi seinastu árini í sín um víðari kanningum av Føroyaøkinum hevur kunnað staðfest nýggjar og betri møguleikar enn áður, so tey hava als ikki mist áhugan fyri hesum økinum. Tey fara so eftir boringina næsta ár at gera støðuna upp her og meta um, hvussu framtíðin skal síggja út.
-Hvussu stóran týdning hevur Brugdan fyri tykkum?
-Tað hevur sjálvandi stóran týdning at vita, hvussu væl hevur gingist har, tí tað sigur nakað um alt økið. Eitt og hvørt tekin um olju inni á landgrunninum fer at hava týdning, og eitt stórt fund fer at skapa nýggjan áhuga fyri økinum. Men úrslitið av Brugduboringini fer ikki at hava ávirkan á okkara boring í næsta ár. Lat meg tí gera púra greitt, at vit fara ikki at broyta okkara ætlanir út frá úrslitinum av Brugduboringini.
-Eru Brugdubrunnurin og tykkara Williambrunnur ymiskir?
-Vit vita sjálvandi ikki so nógv um Brugduna, tí vit eru ikki við har. Men okkara prospekt (ítøkiligt stað í undirgrundini, har vón er at finna kolvetni, blaðm.) er eitt sindur øðrvísi enn Brugdan, og eg haldi eisini, at okkara verkætlan er betri.
-Hvussu stórt er so sannlíkið at gera eitt fund í Williambrunninum?
1 út av 10
-Eg vil siga umleið 1 út av 10 í verandi støðu. Hetta kemur sjálvandi av, at talan er um eitt highrisk øki, men hetta nýtist ikki at vera negativt. Lága sannlíkið at finna olju kemst fyrst og fremst av manglandi vitan.
-Men hvat nú um Brugdan verður sera negativ, eingin olja, vánalig grótsløg og ringar jarðfrøðiligar umstøður osfr.
-Vit fara ikki at broyta okkara verkætlan av teirri søk. Líkamikið hvussu úrslitið verður av Brugduni fara vit ikki at broyta okkara boriætlan.
-Nú hava tit fingið atfinningar fyri tykkara virksemi í bæði Texas og Alaska. Hevur hetta ikki skatt umdømið hjá BP og kunnu føroyingar kenna seg tryggar?
-Vit hava havt trupulleikar, men eg kann vissa føroyingar um, at krøvini hjá BP til bæði trygd, umhvørvi og heilsu eru millum tey bestu í heiminum. Og hetta fara vit eisini at liva upp til í føroyska økinum.