Brúka 3.600 krónur um mánaðin til mat

Skal eitt húski við tveimum børnum fáa nóg góðan mat, skal tað hava næstan 3.600 krónur um mánaðin, bara til mat. Eitt húski við fýra børnum skal hava 5.600 kr. So dýrt er tað at liva, vísir ein nýggj kanning, sum fakfeløgini hava gjørt

Góð heilsa og trivnaður er ikki minst treytað av góðum mati.

Men góður matur kostar. Kanska meiri enn tey flestu hava givið sær far um.

Ein kanning, sum verkabólkurin fyri fakfeløgini hevur gjørt, vísir, at skal eitt miðal húski, við tveimum børnum, hava nóg sunnan og góðan mat, skulu tey hava 3.597,65 krónur um mánaðin til mat.

Eitt húski við fýra børnum skal hava 5.622, 14 kr. um mánaðin til mat.

Og einsamalt fólk skal hava 1.164, 00 kr. til mat fyri at liva nóg væl.

Á aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag um vikuskiftið, vóru hesi hugvekjandi úslitini løgd fram.

Tað eru Sigrid Dalsgaard, húsarhaldslærari, og Elisabeth Akursmørk, økonoma, sum hava gjørt kanningina fyri fakfeløgini.

Tær siga, at tær hava gjørt kanningina útfrá tí, at góð heilsa, og trivnaður ikki minst er treytað av góðum mati.

Tí er kanningin partvíst gjørt til upplýsing hjá teimum myndugleikum, sum skulu taka støðu til, hvussu nógvur peningur krevst, fyri at eitt húski skal kunna liva eitt sámuligt lív.

­ Í grannalondu hava tey ein almennan kostpolitikk. ­ Har verður gjørt eitt ávíst arbeiði fyri at gera fólk tilvitað um góðan mat, siga tær báðar í kanningini.

Tað hava vit ikki í Føroyum.

­ Nakrar kostkanninginar eru gjørdar í Føroyum og tær vísa tíverri, at í nógvum førum manglar enn nógv í, at maturin er nøktandi

­ Men um tað er tí, at fólk hava ov lítið at keypa fyri, um tey bara hugsað ov lítið um, hvat tey keypa, um tey vita ov lítið um, hvat góður kostur er - ella um tey heilt einfalt prioritera annað hægri enn heilsugóðan mat, fæst best at vita við at spyrja fólk, leggja tær afturat.


Maturin hevur stóran týdning fyri heilsuna

Sigrid Dalsgaard og Elisabeth á Akursmørk siga, at kanningin er gjørd við støði í norðurlendskum kostvegleiðingum og skuldi givið eina rættiliga góða ábending um, hvat ávikavist eitt einsamalt fólk, eitt húski við tveimum børnum og eitt húski við fýra børnum kunnu klára seg við av pengum fyri mat.

Endamálið við kanningin er at vita, hvat tað kostar at gera heilsugóðan mat.

­ Men fyri at gera tað, er fyrst neyðugt at útgreinað, hvat heilsugóður kostur er.

­ Tað er vísindaliga prógvað, at maturin hevur alstóran týdning fyri heilsustøðuna hjá fólki. ­ Matur, sum nøktar tørvin á orku og føðsluevni, ið kroppurin hevur brúk fyri, hevur alstóran týdning fyri heilsuna og trivnaðin báði hjá børnum, vaksnum og gomlum.

­ Trygdin fyri at fáa hesi føðsluevni er, at maturin er fjølbroyttur. Og maturin er fjølbroyttur, táið grónmatur, epli, grønmeti, frukt, mjólkarúrdráttir, og /ella mjólk fiskur og/ella kjøt er við í gerandiskostinum.


Alt verður keypt

Tær báðar, sum hava gjørt kanningina, siga, at tær hava gjørt kanningina útfrá nøkrum uppskotum til ymsar máltíðir, morgunmat, døgverða, millummála og náttúrða, sum nøkta orkutørvin hjá einum húski við ávikavist tveimum og fýra børnum og hjá einum einsamøllum fólki.

Og tær halda, at hetta skuldi givið eina álítandi ábending um, hvat tað kostar at keypa mat.

Útrokningin er bygd á at allur matur skal keypast.

­ Onkur hevur kanska epli, fisk og grind og kunnu tí klára seg við færri krónur. ­ Vert er kortini at leggja afturat, at hesin matur heldur ikki er ókeypis, siga Sigrid Dalsgaard og Elisabeth akursmørk.

Skúlabókagrunnurin hevur júst givið kanningina út í bók og kann eisini brúkast í skúlunum.