Mykines: Tá ein oyggj liggur so avskorin sum Mykines, er neyðugt við góðum ferðasambandi alt árið, um fólkið skal støðast her.
Fólkatalið í Mykinesi hevur verið skiftandi tey seinnu árini: Onkutíð vóru tey 28 í tali, men seinasta skrásetingin frá 1. mai í ár vísti, at tey nú vóru 18 í tali.
Tá Esbern og familjan avgjørdu at búseta seg í bygdini fyri góðum 10 árum síðani, vóru einans fimm fólk her. Talið er síðani hækkað javnt og samt.
Í dag kann ein staðfesta, at lív er í bygdini. Í skúlanum eru tveir næmingar í 1. og 4. flokki, og ætlanir eru um at skapa okkurt, ið kann menna ferðavinnuna enn meiri.
Leygardagin í næstu viku verður fólkatalið kortini økt fleiri ferðir, tá árliga Útoyggjastevnan verður hildin í Mykinesi.
Álitið
Hóast Mykines er vestasta oyggj okkara og liggur fjarskotin frá meginlandinum, hava tey kortini eftir umstøðunum gott ferðasamband við umheimin.
Fólk í Mykinesi tosa enn um tað ringa árið, tá komandi ikki var til oynna í meiri enn tveir mánaðir. Í dag hevur ein munandi menning verið á hesum økinum.
Um summarið ber til at koma higar við tyrlu og við báti, men um veturin ber bert til at koma higar við tyrluni.
Tá er hon álitið hjá fólkinum í oynni og hjá teimum, sum hava einihvørji ørindi her.
Tyrlan hjá Atlantsflogi er tí eitt sera hent og neyðugt amboð hjá fólki at sleppa fram og aftur.
Gott kjøt
Serliga væl kemur flutningurin hjá tyrluni við, tá menn vilja hava krov av oynni og inn á meginlandið.
- Vit plaga at hava tey hangandi herúti sum longst. Her er lítið av maðki í kjøtinum, og tað fær eisini ein serstakan smakk, orsakað av góðu sjóluftini, sigur Esbern í Eyðansstovu.
Við sjóvegis flutninginum er støðan hon, at Brynhild ikki kann taka annan farm enn hann, sum kann handast umborð og í land. Men hetta merkir kortini ikki, at ein stendur ráðaleysur um størri farmur skal í oynna.
Strandfaraskipið Súlan røkti í síni tíð siglingina um Mykinesfjørð, og tað ger hon enn, tá tørvur er á tí.
Tað hepna í hesum er, at Súlan hevur krana og kann tí ferma bæði rusk, oljutunnur og onnur størri ting til oyggjarfólkið.
- Súlan var tvær ferðir her úti í mai mánaði, greiðir Esbern frá.
Stuttur túrur
Tað er sum nevnt Brynhild, ið røkir farleiðina til Mykinesar um summarið. Siglt verður frá mai og til endan av august.
Hetta er ein serstakur sáttmáli, sum Strandferðslan hevur gjørt við sp/f Mykines. Sáttmálin varð fyrst settur at galda fyri 2006 og 2007, og er endurnýggjaður hetta summarið.
Hóast Brynhild ikki kann taka allan farmin við til Mykinesar, eru mangir fyrimunir við hesum farinum, um sammett verður við Súluna.
Fyrr kundi ein ferð av Sørvági og út í Mykines taka hálvan annan tíma, men við teimum 22 mílunum hjá Brynhild, kann siglingstíðin styttast niður í 40 minuttir, tá veðrið loyvir tí.
Sambært galdandi ferðaætlan verður vanliga siglt úr Sørvági klokkan 10:20 og aftur kl. 16:20, tó við ávísum broytingum leygardag og sunnudag.
Tað serstaka er eisini, at í oktober mánaði verður siglt higar, hóast summarsiglingin tá langt síðani er givin. Hesir túrarnir verða gjørdir í sambandi við heystfrítíðina hjá skúlunum, og siglir Brynhild tá ein túr um dagin í døgunum 11. til 19. oktober.
Á henda hátt verður alt gjørt fyri at skapa fortreytir fyri at liviligt skal verða hjá fólkinum í oynni.
30 prosent fleiri ferðafólk
Siglingin hjá Brynhild byrjaði 1. mai í ár og heldur fram til 31. august.
Ilt er sjálvandi at meta um, hvussu fer at vignast við ferðafólki í ár, í mun til 2007.
- Í fjør fluttu vit eini 30 % fleiri ferðafólk enn árið fyri. So kanska verður hetta árið heldur ikki so galið, sigur Albert Johannesen, sum eigur Brynhild.
Veðurlíkindini hava eisini sína ávirkan á talið av teimum, sum ferðast við leið 36 úr Sørvági til Mykines.
Mai mánaður í ár var sera góður til veður, og sum skilst vóru væl fleiri ferðafólk á rutuni í ár í mun til í fjør.
Tá Sosialurin vitjaði í Mykinesi fyrr í mánaðinum vóru longu tey fyrstu ferðafólkini komin.
Fleiri fóru eisini av aftur oynni eftir at hava yvirnáttað her fleiri nætur!
Greinarøð úr Mykinesi
Leygardagin 28. juni verður Útoyggjastevna hildin í Mykinesi.
Í hesum sambandi hevur Sosialurin vitjað í bygdini, her lýsa ymisk viðurskifti í stevnubygdini.
Aðrar greinir úr Mykinesi hava verið í blaðnum 13. juni (um minnisvarðan) og 16. juni (um oljutunnur).