Brynja okkum til nýtt oljuleitiskeið

-Tíggju ár eru liðin, síðani fyrstu leitiloyvini vórðu latin á føroyska landgrunninum. Sjey brunnar eru boraðir, og ein virkin kolvetnisskipan er staðfest í undirgrundi9ni tó at einki lønandi fund enn er gjørt. Áhugin fyri føroyska landgrunninum er framvegis stórur, og tær boringar, sum verða framdar komandi árini, eru prógv um tað. Nú skulu vit brynja okkum til enn eitt 10 ára skeið sigur Johan Dahl, oljumálaráðharri.

Nú tað eru gingin 10 ár, síðani fyrstu leitiloyvini vórðu latin á føroyska landgrunninum og hol er sett sá eitt nýtt 10 ára skeið hava vit sett Johan Dahl, oljumálaráðharra stevnu og spurt hann, hvat er komið burtur úr fyrstu tíggju leitiárini, og hvørjar vónir hann hevur til komandi 10 ára skeið, tá tað um oljuleiting og oljuvinnu í Føroyum ræður.

-Tað er nógv hent hesi seinastu 10 árini, ikki minst jarðfrøðiliga vitanin vit hava fingið um føroyska landgrunnin, umframt at tøknin hevur ment seg munandi viðvíkjandi tí at bora á djúpum vatni og gjøgnum m.a. basaltfláir og mennist hon framhaldandi.

Seismisku kanningarnar, sum verða gjørdar í dag, í mun til fyri 10 árum síðani, eru eisini á munandi betri støði enn áður. Men hinvegin er eisini greitt, at ”seiðurin er ikki so lættur at syfta”, sum nøkur kanska hildu í byrjanini.

Áhugin fyri føroyska landgrunninum er stórur, og tær boringar, sum verða framdar komandi árini, eru prógv um tað. Vit síggja eisini áhugan frá oljufeløgum, ið javnan útvega sær dátur frá Jarðfeingi. Tað virksemi, ið er bretsku megin markið, hevur eisini gingið rímiliga væl í seinastuni, og eisini tað fær oljufeløg at venda eyguni hendavegin.

Við lógarbroytingini, sum vit framdu fyrr í vár, har vit fingu ”Open Door” møguleikan at bjóða øki út, sum áður hava verið í útboði og mett framvegis áhugaverd, verður føroyski landgrunnurin og møguleikarnir her umvegis Jarðfeingi marknaðarførdir á oljumessum og í oljusamstarvshøpi annars.

Tað er týdningarmikið, at vit fáa marknaðarført møguleikarnar, ið eru her, soleiðis at oljufeløg í minsta lagi kenna teir – um so tað fær tey til at koma inn í økið, veldst um so nógv, ið vit ikki hava ávirkan á. Men vit skulu og kunnu skipa so fyri, at tey feløg, ið koma hendavegin verða væl viðfarin sum samstarvspartar.

Trygdin og lóggáva
-Hvussu ætlar man í Føroyum at laga lóggávu og reglur um trygd til nýggju tíðina?

-Eg havi heitt á Jardfeingi um at verða vakið viðvíkjandi, hvussu okkara grannar skipa sína lóggávu og krøv – og mælt teimum til at fylgja upp uppá seinastu frágreiðingina, sum bretar hava gjørt hesum viðvíkjandi.

Vit hava umhugsað at bjóða onkrum av teimum, ið hava gjørt frágreiðingina, til Føroya at greiða frá teirra framtíðarhugsanum um boring á djúpum vatni og frágreiðingini sum heild, ið teir hava latið úr hondum. (Tað er ein arbeiðsbólkur mannaður við bretskum tinglimum, sum hevur latið gera eina frágreiðing um trygd í sambandi við boring á djúpum vatni, blaðm.)

Tað er sera umráðandi, at vit hvat viðvíkur trygd og umhvørvi, eru á ovastu rók.
Her eru grundgevingar og tilráðingar frá okkara grannum eisini umráðandi at seta seg inn í og evt. fáa tikið upp í okkara lóggávu. Tað er jú ongin orsøk til at uppfinna djúpa tallerkin av nýggjum.

-Er ikki í øðrum førum eisini neyðugt at endurskoða viðurskiftini á oljuøkinum eftir hetta 10 ára skeiðið, eitt nú um krøv til keikant o.l. Eigur man t.d. at linka krøvini í eina avmarkaða tíð fyri at vita, um man kann fáa fleiri feløg at bora?

-Nei, tað verður ikki gjørt. Vit fara ikki at linka hesi krøv, tí keikanturin fyri okkum er ein liður í at fáa avleitt virksemi av oljuvinnuni inn á føroyskt øki – eisini landaøki. Eg meti sjálvur, at tað verður heldur ikki kravið um keikantin, ið fer at gera av, hvørt oljufeløg bora her ella ikki. Í tí høpinum er tað málið lítið fyri oljufeløg. Men eg vil eisini minna á, at tað mangan er komið oljufeløgunum væl við, at tey hava brúkt føroyska útgerðarhavn, tí tá tey í skundi hava havt tørv á at fingið onkra útgerð ella annað tilfar, hevur tað stytt um tíðina, at útgerðin hevur verið her í Føroyum.

Somuleiðis skal tað eisini gerast javnbjóðis um alt landið at bjóða fram oljuhavnir/oljubasar, eisini har ikki landfast er við miðstaðarøkið. Tað skal vera møguligt hjá øllum at bjóða sínar vørur og tænastur fram, uttan mun til hvar í landinum ein er plaseraður landafrøðiliga.

Inntøkur
-Grønland fær hálva milliard burturúr oljuvinnuni, altso avleitt. Hvat fáa vit og eru viðurskifti man kann broyta fyri at fáa meira burtur úr?

-Fyrst vil eg siga, at eg kenni ikki til fulnar, hvat uppgerðin í Grønlandi fevnir um, og skal tí vera varin við at samanbera tøl.

Í grønlendska partinum er t.d. íroknað bering av almenna oljufelagnum Nunaoil, t.v.s. at Cairn og hini feløgini í samtakinum, sum hevur borað og aftur fer at bora í ár í fyrstu atløgu hava rindað útreiðslupartin hjá Nunaoil. Hendan postin hava vit jú ikki. Eisini eru viðurskiftini ymisk í londunum báðum, tá tað snýr seg um, hvussu trygdarkrøvini verða loyst.

Í mínari verð snýr tað seg ikki bara um at fáa umsetningin so høgan sum møguligt, tí tað er ikki vist, at tað vísir, hvussu nógv kemur okkum til góðar. Okkurt árið hevur munandi partur av umsetninginum verið olja til útgerðarskip – hetta fær umsetningin í Føroyum upp, men tað er avmarkað, hvussu nógv liggur eftir.

Vit hava fyri tað fyrsta keikantsregluna, ið tryggjar nakað av virksemi. Harafturat hava vit áseting um, at føroyskar fyritøkur skulu hava veruligar møguleikar at bjóða seg fram at veita vørur og tænastur. Í kolvetnislóggávuni valdi man, at pengar skulu brúkast upp á at førleikamenna føroyska vinnu fyri at hjálpa henni at gerast kappingarfør.

Hinvegin varð ikki krav sett um, at ávísur partur av samlaða virkseminum skuldi gerast av føroyingum. Tað er møguligt, at vit skulu leggja okkum meira eftir at fáa oljufeløgini at taka enn fleiri føroyingar í starv afturat teimum mongu, sum hóast alt longu eru starvi hjá oljufeløgum. Men tað skal so helst ikki í alt ov stóran mun vera so, at vit útflyta arbeiðsmegina.

Fegnast um Statoilboringar
-Hvat hevur tú at siga til at Statoil fer at bora tveir brunnar?

-Eg eri sera væl nøgdur við, at Statoil hevur avgjørt at bora hesar báðar brunnarnar í komandi árum 2011-2012 og eri spentur uppá, hvat fer at koma burtur úr hesum boringum. Statoil hevur víst Føroyaøkinum sera stóran áhuga, og havi eg stórar vónir til Føroyaøkið. Somuleiðis hevur Faroe Petroleum, sum eg skilji, gjørt greitt, at teir hava áhuga í at bora loyvið 012, og tað er sera áhugavert.

-Hvussu hevur tú gjørt teg og Føroyar klárar til at takla eitt stórt risafund?

-Nær er man nóg klárur? Vit hava fyriskipað eina góða kolvetnislóggávu, sum greitt ásetir, hvussu vit tryggja okkara inntøkur og skatting av teimum, sum verða aktørar á føroyskum øki. Somuleiðis hava vit oljuhavn og virki, sum hava ávísar førleikar, reiðaríir, ið virka innan supply og standby. Men vit mugu eisini tryggja okkum, at samfelagið annars verður ment, og at føroysk arbeiðsmegi og vinna annars eru før fyri at bjóða seg fram breitt at veita tænastur bæði á sjógvi og landi. Vit hava í dag nógv fólk og skip, ið arbeiða altjóða innan oljuvinnuna.

Hvat viðvíkur at taka olju og evt. gass upp frá føroyskum oljuøki, er eisini ein spurningur, sum tey, ið hava leitiloyvi og okkara myndugleikar mugu hava avklárað, hvat frægast er at gera.

Tað verður neyvan farið undir at taka olju uppá land í Føroyum, eiheldur gass, men mest nærliggjandi er, at operatørarnir knýta seg í verandi infrakervi, sum er í norskum/enskum øki.

Oljugrunnur
-Grønlendingar tosa longu nú um at gera ein oljugrunn, sum líkist tí norska. Hvussu heldur tí vit eiga at viðgera henda spurningin?

-Ein oljugrunnur tekur ikki langa tíð at stovnseta, men vit eiga at gera greiðar reglur fyri, hvussu peningur úr slíkum grunni kann nýtast samfelagnum og fólkinum at gagni. Hetta er eitt mál, sum eg fari at arbeiða við í ár.

-Eiga vit at læra av grønlendingum og seta á stovn eitt alment oljufelag a la Nunaoil.

-Tað vil til eina og hvørja tíð verða ein politiskur spurningur. Nú hava vit tvey privat oljufeløg, sum eru aktiv bæði í altjóða høpi og á føroyskum øki, men hyggja vit at Noregi og UK, so hevur tað verið gagnligt fyri hesi lond.

-Nær fer tú at bjóða útlendingum, umboðum fyri oljufeløg og myndugleikum og politikarum henda vegin fyri at tosa um oljumenning og oljusamstarv?

-Løtan nú meti eg ikki er tann rætta. Lat okkum nú síggja, hvussu leikur fer í komandi boringum og so leggja upp til oljumenning og oljusamstarv, um tað vísir seg, at hesar komandi boringar finna kolvetni/gass í rakstrarverdum mongdum.

Samstarv
-Hvat verður títt næsta stig í sambandi við Grønland? Tú hevur longu spælt út og sagt, at tú ynskir samstarv. Kubik Kleist, landsstýrisformaður tók væl ímóti tíni innbjóðing til samstarv og segði, at hann nú bíðaði eftir eini innbjóðing, t.d. at vitja her í tí høpi.

-Okkara umsiting, vinna, einstaklingar og virkir hava ment førleikar innan oljuøkið, sum vit kunnu bjóða fram og haldi eg, at vit eiga at vera opin fyri samstarvi og møguleikum, sum kunnu gagna bæði okkum og Grønlandi. Vit hava somu avbjóðingar, eru bæði lond á einum vegamóti, har ein nýggj og sera áhugaverd og avbjóðandi vinna stendur fyri durum og eiga vit at finna saman um tey mál, møguleikar og avbjóðingar, sum eru og arbeiða við felags loysnum, har tað ber til. Eg haldi, at eitt átak millum grønlendskar og føroyskar myndugleikar og vinnu eigur at verða fyriskipað fyri at skapa netverk, og har samstarvsmøguleikar verða troyttir.
Eg fari í næstum at seta meg í samband við Kubik Kleist hesum viðvíkjandi.

-Tú vitjaði í fjør Gazprom í Moskva. Hvat kunnu vit vænta av tí vitjanini?

-Eftir áhugaverdu vitjanina í Moskva sendu vit tilfar viðvíkjandi oljuleitingarmøguleikum og kunning um virksemið og ætlanir hjá Føroya Tele.
Ætlanin er framhaldandi at halda Gazprom kunnað um gongdina viðvíkjandi leiting eftir kolvetni í Føroyum.

-Jarðfeingi hevur verið fyri nógvum broytingum seinastu árini. Fara har at verða gjørdar nýggjar broytingar í hesum komandi 10 ára skeiðnum?

-Tað er sjálvandi soleiðis, at umsitingin má lagast eftir umstøðunum. Og hvussu tær fara at verða, vita vit av góðum grundum ikki. Men tað er greitt, at fer kolvetni at verða útvunnið, verður eisini neyðugt at styrkja hendan partin av umsitingini, eins og aðrar partar.

Víðkan av Føroyaøki
-Hvat sigur tú til arbeiðið hjá okkara myndugleikum og embætisfólki at víðka Føroyaøkið suður- og norðureftir?

-Hetta hevur verið eitt sera stórt og umfatandi arbeiði, ið eg skilji er sera væl úr hondum greitt í góðum samstarvi við danir. Tað var skilagott í síni tíð at skipa hetta arbeiðið soleiðis, at vit rindaðu okkara part av kostnaðinum og hava verið við til at stýrt gongdini. Hetta hevur givið okkum gott innlit í hesi viðurskifti og ment okkara førleikar innan hetta økið – serliga innan løgfrøði og jarðfrøði. Førleikar, ið óivað fara at koma okkum til góðar. Hvat úrslit, ið landgrunsnevndin hjá ST kemur til, mugu vit so síggja. Tað kann taka rúma tíð.

Johan Dahl sigur at enda, at nú vit eru farin inn í eitt nýtt 10 ára skeið við oljuleiting og vónandi eisini veruligum kolvetnisfundum og útbygging, so arbeiðir hann eisini við eini ætlan at skipa fyri eini stórari ráðstevnu í Føroyum, sum bæði hyggur 10 ár aftur í tíðina, hvat er hent og komið burtur úr og síðani hyggur 10 ár fram, hvussu man ynskir menningin skal vera. Hetta er so ein av verkætlanunum, sum liggur á arbeiðshyllini til at taka fram, tá tíðin er búgvin til tess – saman við teimum røttu aktørunum heima sum burturi.