Brynleif nýggjur fíggjarleiðari hjá SSL

- Eg gleði meg at byrja samstarvið við Brynleif Poulsen í einari spennandi menningartíð við nógvum broytingum, sigur stjórin í Strandfaraskipum Landsins, Hilmar Eliasen.

 

 

49 ára gamli, Brynleif Poulsen, er settur sum nýggjur fíggjarleiðari á Strandfaraskip Landsins. Hann byrjar í starvinum hin 1. mai. Seinastu 13 árini hevur hann arbeitt sum roknskaparleiðari á Gjaldstovuni, og fyri ta tíð var hann grannskoðari á Landsgrannskoðanini í sjey ár.

- Brynleif Poulsen, ið er útbúgvin cand. merc. aud., hevur avgerandi útbúgving umframt týðandi og hollar royndir í fíggjar- og roknskaparmálum innan almenna økið.

Tað siga tey á Strandfaraskipum Landsins í dag.

Lagt verður aftrat, at í størvum sínum á Gjaldstovuni og Landsgrannskoðanini hevur hann samstarvað við aðalráð, kommunur og stovnar, umframt at hann hevur ognað sær eitt víðfevnt innlit í viðkomandi regluverk og KT-skipanir.

- Harafturat hevur hann týdningarmiklan kunnleika til búskaparskipan landsins og kennir til vitanarnetverkið innan almenna geiran.

Á Strandfaraskipum Landsins vísa tey eisini á, at royndirnar hjá Brynleifi Poulsen fevna millum annað um uppgávur sum roknskapar- og verkætlanarleiðslu, verksetan av búskaparskipan landsins og tillagingar av hesi, ráðgeving í roknskaparligum og játtanarligum spurningum, umframt undirvísing í KT-skipanum og játtanar- og roknskaparligum regluverki.

- Eg gleði meg at byrja samstarvið við Brynleif Poulsen í einari spennandi menningartíð við nógvum broytingum í SSL og ikki minst orsakað av, at SSL í hesum korona-tíðum hevur fingið nógvar bráfeingis avbjóðingar, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfaraskip Landsins.