Søgan hjá fyritøkuni byrjar tann 5. mars 1973, tá Vilhelm M. Johannesen saman við konuni Marjun stovnar eitt snikkaravirki undir navninum Snikkaravirkið í Stoffalág.
Virksemið vaks nógv, fyritøkan fekk alsamt fleiri arbeiðsuppgávur. Hetta førdi við sær at í 1980 varð flutt í nýggjan virkisbygning á Smyrilsvegi, samstundis sum navnið varð broytt til P/F Bygningssnikkaravirkið BSV.
BSV hevur gjørt nógvar bygnings- og innrættingaruppgávur til sethús, bankar, handlar, skúlar, barnagarðar og aðrar stovnar, umframt innrættingar umborð á skipum.
Fyritøkan hevur gingið á odda við nýggjastu og mest framkomnu tólum til framleiðslu og lakkering av vindeygum, hurðum og trappum v.m. Virkið nøktar ein og hvønn tørv bæði hvat viðvíkur kvalitetinum á framleiðsluni og góðum tryggum arbeiðsumhvørvi hjá starvsfólkunum.
BSV hevur spesialiserað seg í brunatrygd og tjóvarítrygd. Hetta verður gjørt við at alt sum verður framleitt lýkur øll krøv til brunatrygdina eins og hongsl og lás eru tey mest framkomnu og tryggastu, sum eru á marknaðinum. Vindeyguni lúka allar treytirnar hjá Brunaumsjón Landsins til rýmingarleið. Virkið er eisini góðkent av Dansk Standard, sum framleiðari av eldverjuhurðum.
Virkið hevur serkunnleika og góðkenning innan lásaskipanir sum t.d. SALTO, EVVA og Ruko. Somuleiðis hevur virkið avtalu um sølu, umvæling og montering av DORMA-hurðapumpum eins og fyritøkan er samstarvpartnari hjá Carl F Service.
Í sambandi við at BSV er limur í Forsikring & Pension, verða starvsfólkini javnan dagførd við vitan um alt tað nýggjasta, sum kemur fram innan elektroniskar lásaskipanir. Eisini skipar fyritøkan fyri skeiðum fyri sínum kundum í Føroyum. BSV-búðin er ein handil við stórum vøruúrvali av besløgum, hongslum, handtøkum og pakningum v.m.
Í 2007 var ættarliðsskifti í fyritøkuni, tá sonurin Helgi Johannesen, sum er útbúgvin byggifrøðingur, tók yvir sum stjóri eftir pápan Vilhelm M. Johannesen. Í fyritøkuni eru í dag tilsamans 11 starvsfólk.