Bukaði bláir og gulir

Sjáldan hevur VÍF lagt rygg til slíkan avsmurning, sum teir fingu, tá StÍF vitjaði leygardagin

VÍF-StÍF 22-28 (10-17):


- Vit gera alt ov nógv mistøk í álopinum. Fyrsta korterið ella so tveita vit ferð eftir ferð bóltin burtur, og tað verða vit revsaðir fyri. Í veruleikanum verður dysturin avgjørdur longu hesa løtuna, og so er ikki so nógv meira at siga um tað.

Soleiðis svarar Áki Olsen, tá vit spyrja hann um, hvat tað var, sum gekk galið hjá VÍF í dystinum móti StÍF sunnudagin.

Strandingar snøgt sagt avgjørdu dystin hesa løtuna, og tá vestmenningar eisini vóru somikið gestablíðir at endurtaka øll mistøkuni fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, so var púrasta leyst og liðugt. Enn tá í einum dysti, sum VÍF helst ikki skuldi tapa, um teir ætlaðu sær at hanga við í oddastríðnum.

- Nei, tað skuldu vit helst ikki. Vit høvdu StÍF nú, og næstu ferð hava vit Neistan. Høvdu teir báðir dystirnir givið fýra stig, so vildi støðan verið ein heilt onnur. Men nú mugu vit so royna, um vit ikki klára Neistan, heldur Áki.

Tú heldur ikki, at stríðið um finaluplássini er liðugt?

- Nei. Har eru enn tíggju dystir eftir at spæla, so har kunnu nógv stig vinnast. Men vit mugu so síggja veruleikan í eyguni, og hann er, at Neistin og StÍF í løtuni eru nøkur fet framman fyri øll hini, sigur Áki.


Fakta um dystin

VÍF-StÍF 22-28 (10-17)

10 min: 2-7

20 min: 5-12

40 min: 15-21

50 min: 19-24

Málskjúttar

VÍF: Agnar Joensen 7(1), Niels Andreasen 6, Rúni Joensen 3, Áki Olsen 2, John M. Andreasen 2, Dávur Traber 1, Regin Joensen 1

StÍF: Sveinur Justinnussen 7(1), David Edvardsen 6, Bárður Danielsen 5(1), Leivur Justinussen 3, Andre F. Danielsen 2, Danni Syhler 2, Borgar Danielsen 2, Bent Djurhuus 1

Brotskøst: VÍF 1, StÍF 4

Útvísingar: VÍF 3, StÍF 1

Dómarar: Andreas F. Hansen & Eyðun Samuelsen