Nú eru tveir mans handtiknir fyri bumbuna, sum brast í tokið í London fríggjamorgun. Tá vóru 30 fólk særd. Hendingin á tokinum verður kannað sum yvirgangsálop, og løgreglan í Bretlandi hevur handtikið tveir mans fyri hetta. Í gjárkvøldið var tann seinni handtikin, hann er 21 ára gamal. Fyrr í gjár handtók løgreglan ein 18 ára gamlan.
MI5, sum er fregnartænastan í Bretlandi sigur, at núverandi terrorhóttanin í landinum er á hægsta stigi. Tað merkir, at tey stúra fyri enn einum álopið í Bretlandi. Hóttanarstøðið verður ikki sett niður, fyrr enn løgreglan er sannførd um, at allir gerningsmenninir eru handtiknir.
- Vit arbeiða av øllum alvi fyri at kanna fleiri onnur mið, sigur antiterrorsamskiparin hjá bretsku løgregluni, Neil Basu, við tíðindastovuna AP.
Tað var ein heimagjørd bumba, sum brast í tokinum í London fríggjamorgun, og brast hon bara partvíst í mun til tað, sum hon kundi. Innanríkismálaráðharrin, Amber Rudd sigur við bretskar miðlar, at talið av særdum hevði verið munandi hægri, um bumban varð brostin so ógvusliga, sum hon kundi.
Islamskur Statur hevur tikið ábyrgdina av álopinum í London fríggjamorgun.
/ritzau/