Bumban var komin í brævbjálvan

Bumban, sum Lors Dukajev eftir øllum at døma skuldi senda Jyllands-Postinum í Århus, var komin í brævbjálvan, tá hon brádliga brast inni á Hotel Jørgensen í Keypmannahavn. Tað kom fram á rættarfundi í Keypmannahavn fyrrapartin, tá ákæruvaldið legði úrslitini av teimum teknisku kanningunum fram. Sambært kanningunum lá spreingievnið í einari lítlari plastikeskju, sum bumbumaðurin hevði lagt í ein bjálvaðan brævbjálva.

Hendan frágreiðingin stríðir ímóti tí, sum Lors Dukajev hevur sagt. Hann hevur greitt frá, at hann var í ferð við at koyra spreingievnið í eitt vesi fyri at sleppa sær av við tað, tá tað sprongdist.

Ákæruvaldið vil hava Lors Dukajev dømdan harðastu revsing fyri yvirgangsætlanir.