Norska løgreglan hevur evakuerað tokstøðína við Gardermoen floghavnina, eftir at hava funnið eina bumbuhóttan í einum toki, skrivar vg.no. Tokstøðin við Gardermoen floghavnina uttan fyri Oslo er afturlatin, eftir at ein bumbuhóttan er funnin.
Vit hava fingið upplýsingar um, at spreingievni eru umborð á einum toki, sum stendur við perron eitt í Gardermoen tokstøðina, sigur innsatsleiðarin, Ola Magne Mæle frá Romerike politiøkinum við VG Nett.
Fyribils hava vit evakuerað tokið og støðina, sigur innsatsleiðarin.
Bumbuhóttanin er sum sigst skrivað á ein pappírslepa, sum varð funnin umleið klokkan 17.15 føroyska tíð í einum NSB-toki á veg frá Gardermoen til Lillehammer.
Løgreglan hevur fingið fatur á bumbuhundum, sum nú leita í tokinum eftir møguligum spreingievnum.
Bumbuhóttanin hevur eisini steðgað flogtokinum millum Gardermoen og Oslo miðbý.
Eitt ferðafólk sigur, at ferðafólokini knappliga vórðu biðin um at fara úr tokinum.
10 minuttir seinni vórðu vit biðin um at fara av perrongini, sigur Farrukh Raja við VG Nett.
Ferðafólkini blivu koyrd víðari frá Gardermoen í bussum og hýruvognum.
Evakueringin ávirkar tó ikki flogferðsluna, verður sagt av floghavnini.