Í morgun frættist úr Boston, at annar av teimum báðum mistonktu fyri yvirgangsálopið í Boston marathon er handtikin.
Tað skrivar blaðið Boston Globe, sum endurgevur eina keldu við innliti í kanningararbeiðið.
Teir báðir menninir vórðu í gjár eftirlýstir við myndum kring allan heimin.
Roknað verður við, at politiið eisini er í ferð við at handtaka hin mannin.
Hann gongur leysur í býnum watertown í Massachusetts eftir skotbardaga við politiið, sum hevur sperrað av eitt øki í býnum, har teir jagstra mannin..
Óvist er, um skotdrápið av einum vaktarmannini á universitetinum MIT í Massaachusetts hevur nakað við bumbumenninar at gera, skrivar blaðið.
Vitni í Watertown greiða frá spreingingum, og tey hoyrdu polistar rópa sínamillum um spreingingarnar. Tað ljóðar eisini, at FBI er á staðnum.