Bummarnir í Sandoyartunlinum fóru niður

- Tað gjørdist tó skjótt greitt, at talan var um eitt tekniskt brek við einum følara, og eftir minni enn hálvum tíma fóru bummarnir upp aftur, sigur løgreglan.

Í eina løtu seinnapartin í gjár var Sandoyartunnilin stongdur.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn visti í morgun at siga, at tað er ein sjálvvirkandi skipan, sum ger, at bummarnir fara niður, um okkurt er á vási.

 

Men, tað var tó skjótt, at tey vóru greið yvir, at talan var um eitt tekniskt brek, og eftir minni enn hálvum tíma fóru bummarnir uppaftur.

 

Í undirsjóvartunlunum eru nógv tøkni, og her eru nógvir følarar, og í hesum førinum var talan um eitt brek á einum følara.

 

- Tunnilin er fullur av tøkni, og her eru hópin av vakmyndatólum og følarum av ymiskum slag. Vit síggja soleiðis hvønn metur í tunlinum á skíggja.

 

Vaktleiðarin visti at siga, at einki sást til, at nakrir trupulleikar vóru í tunlinum, og tað vísti seg eisini, at talan var um eina feilfráboðan frá einum følara.

 

Lagt verður aftrat, at hendingin í gjár vísti eisini, at sjálvvirkandi skipanin við, at bummarnir fara niður, um fráboðanir koma, virkar sum hon skal.