Agenda 21 Stovan skipar fyri ráðstevnu á Hotel Øravík leygardagin hin 2.apríl har lýstar verða verkætlanir, ið kunnu stuðla undir einari burðardyggari menning fyri Suðuroy. Fýra megin evni verða lýst og eru hesi ferðavinna, landbúnaður, aling og orka. Afturat hesum verður greitt frá um fyriskipandi lóggávu og ásetingar, ið kunnu hava týdning tá ætlanir og virksemi skal skipast innan nevndu evni.
Ráðstevnan verður skipað við 8 fyrilestrum og endar við verkstaðum har gjørd verða tilmæli til ítøkiligar verkætlanir mettar verða skilagóðar í burðardyggari menningarætlan.
Ráðstevnan er fyrst og fremst ætlað kommunustýrislimum í Suðuroy og starvsfólkum innan umsiting kommununar. Eitt avmarkað pláss verður til áhugaði í oynni annars.
Í stuttum kann sigast at framløgurnar koma at snúgva seg um menningarætlanir innan ferðavinnu, landbúnað og skeljaaling, og innan varandi loysnir til orkuframleiðslu innan hita og ravmagn. Serstak kann nevnast ?Pump Storage? verkætlan, ið vísir hvussu Suðuroyggin kann gerast sjálvbjargin innan ravmagnsveiting.
Tilmelding skal gerast til ráðstevnuna, ið byrjar kl. 9:00 og verður luttøkugjald fyri hvønn persón á kr.300 har íroknað er døgverði v.m. Ráðstevnan endar kl. 17:20.
Tilmelding til luttøku skal gerast í seinasta lagi tann 21.mars við
inngjalding av luttøkugjaldinum til Bank Nordik, konto nr. 6460-0001697449.
Á bankaflytingina skal viðmerkjast navn á luttakara/kommunu.