Burdi tosa um kjakmentan og fólkaræði

Eitt, sum hevur fylt nógv í Føroyum í samband við eitt nú hjúnabandslógina, er kjakmentan ella kanska mangul uppá sama, sigur Turið Nolsøe, retorikari millum annað í samrøðu við Vikuskiftis Sosialin hesaferð.

Eitt, sum hevur fylt nógv í Føroyum í samband við eitt nú hjúnabandslógina, er kjakmentan ella kanska mangul uppá sama, sigur Turið Nolsøe, retorikari millum annað í samrøðu við Vikuskiftis Sosialin hesaferð.

 

Orsøkin til, at hon tekur tað fram sum eitt punkt, sum løgmaður kundi havt tikið við røðuna er, at henni saknaði, at røðan legði meira dent á fólkaræði og hvussu vit kjakast, tá hesi hava verið í brennideplinum við teimum stórmálum sum hava verið á breddanum.

 

-  Páll á Reynatúgvu kom eitt sindur inn á tað, tá ið hann innleiðir, men tá løgmaður roynir at leita sær íblástur úr meira stórslidnum retorikki enn tí norðurlendska, so kundi hann tosað í størri vendingum um, hvussu vit stjórna og skulu savnast um leið Føroyar. Hann kundi allarhelst ongantíð toppað ársins ella áratíggjunar sitat hjá Honnu Jensen um at “vit skulu hava eitt samfelag, sum strekkir seg longri enn mín sannføring”, men hann kundi gjørt meira burturúr hesi broytingartíð, sum hann kallar tað. Í staðin er høvuðsboðskapurin  um hetta heldur pragmatisku við hugtøkum sum “onkuntíð er man í minniluta, aðra tíðir í meiriluta”. Tað er so ikki serstakliga stórsligið, sigur Turið Nolsøe.

 

Les stórt ummæli av ólavsøkurøðu løgmans í Vikuskiftis Sosialinum  hesaferð.