Kendi danski R & B-tónleikarin Burhan G spælir í Eclipse og TB-húsinum hetta vikuskiftið Enn eitt dansihitt kemur til Føroya at spæla. Hesaferð er talan um Burhan G, ið spælir í Eclipse fríggjakvøldið og í TB-húsinum leygarkvøldið.
Burhan G, hevur júst fingið sína fyrstu gullplátu fyri seinastu útgávuna. Ein metalpláta er tað eisini blivið til fyri hittlagið Who Is He, ið hevur verið spælt bæði á MTV og á donskum diskotekum seinasta árið.
24 ára gamli Burhan G fekk sítt gjøgnumbrot fyri trimum árum síðani við útgávuni Playground, sum gav honum tríggir DMA-virðislønir og heiðurin at vera Ársins Nýggja Navn.
Í tvey ár hoyrdist einki til Burhan G, sum tók sær frí til at gera aðru fløguna, Breakout.
Og tað er hendan fløgan, ið fleiri meta verður lopfjølin til altjóða marknaðin.
Til ber at lesa og hoyra meir um Burhan G á heimasíðuni www.burhang.com