Hóskvøldið var ein dystur leiktur í Burn mansdeildini.
Í Badmintonhøllini í Klaksvík tók Team Klaksvík móti H71.
Dysturin endaði við stórsigri 42-24 til H71. Í steðginum vóru hoyvíkingar á odda 19-11.
Tá 11 minuttir vóru leiktir var støðan javnleikur 6-6, men eftir tað setti H71 seg tungt á dystin. Tað nærmasta heimaliðið kom leiðsluni hjá H71 í seinna hálvleiki var við støðuna 15-21. Tá vóru 35 minuttir leiktir. Eftir tað sat H71 á tí mesta.
Nikolay Bliznov var toppskjútti hjá Team Klaksvík við átta málum. Helgi Poulsen var toppskjútti hjá H71 við níggju málum.
Leygardagin klokkan 16 vera tveir teir seinastu dystirnir leiktir í Burn mansdeildini. Í høllini í Vestmanna tekur VÍF móti Kyndli, og í høllini á Hálsi í Havn tekur Neistin móti StÍF.
HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF:
##med2##
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
VÍF | 9 | 304 | 246 | 58 | 16 |
H71 | 10 | 312 | 252 | 60 | 15 |
KYNDIL | 9 | 255 | 222 | 33 | 12 |
NEISTIN | 10 | 256 | 281 | -25 | 9 |
KÍF | 10 | 256 | 279 | -23 | 8 |
TEAM KLAKSVÍK | 10 | 263 | 324 | -61 | 5 |
STÍF | 10 | 273 | 315 | -42 | 3 |