Burn: Kyndil hevur tryggjað sær pláss í FM-hálvfinaluni

Tríggir dystir eru í dag leiktir í Burn mansdeildini

William Skovsager var við 10 málum toppskjútti hjá Kyndli (Savnsmynd: Kyndil)

Tað hevur greitt í longri tíð, at H71 er annað liðið, ið hevur vunnið seg beinleiðis til FM-hálvfinalurnar í Burn mansdeildini. Nú er greitt, at Kyndil verður seinna liðið.

 

Kyndil vann í dag stórsigur 40-28 á KÍF í høllini í Kollafirði. Í steðginum var støðan 21-14 til Kyndil.

 

Hans Eli Sigurbjørnsson var við sjey málum toppskjútti hjá KÍF. Toppskjútti hjá Kyndli við 10 málum var William Skovsager.

 

Í Hoyvíkshøllini vann grundspælsvinnarin, H71 35-29 á Neistanum. Neistin var væl við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var H71 bert á odda 13-12.

 

Helgi Poulsen og Helgi H. Hoydal vóru við seks málum hvør toppskjúttar hjá H71. Við 11 málum var Nikolai Bliznov toppskjútti hjá Neistanum.

 

Í KÍ-høllini vann VÍF stórsigur 39-24 á Team Klaksvík. Í steðginum vóru vestmenningar frammanfyri við 10 málum, 22-12.

 

Jónas Sólsker var við átta málum toppskjútti hjá heimaliðnum. Filip Jojic var stórskjútti hjá VÍF. Hann skoraði heilar 13 ferðir.

 

Seinast umfarið í grundspælinum verður leikt 27. og 29. mars. Tá eru dystirnir hesir: H71-Kyndil, Neistin-StÍF og VÍF-KÍF. Einasti spenningur er hvør fer við triðja plássinum. StÍF og VÍF hava bæði 20 stig hvør. 

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar frá dagsins dystum, umframt støðuna í Burn mansdeildini:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

William Skovsager var við 10 málum toppskjútti hjá Kyndli (Savnsmynd: Kyndil)