Burn: VÍF greiddi gøtuna hjá StÍF til FM-fjórðingsfinaluna

Team Klaksvík tapti stórt fyri VÍF og kann ikki longur røkka sætta plássinum

Team Klaksvík endar á aftasta plássinum í Burn Mansdeildini. 

 

Tað kann staðfestast aftaná stórtapið hjá Team Klaksvík í Badmintonhøllini í Klaksvík.

 

VÍF vann stórsigur 42-24. Í steðginum vóru vestmenningar á odda 23-14. 

 

Nikolay Bliznov var toppskjútti hjá Team Klaksvík við sjey málum. Toppskjútti hjá VÍF við átta málum var Filip Jojic.

 

Team Klaksvík hevur sjey stig á aftasta plássinum, og klaksvíkingar kunnu í mesta lagi fáa níggju stig. StÍF hevur 10 stig á næstaftasta plássinum, og fara strandingar tískil at spæla FM-fjórðingsfinalu.

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum Team Klaksvík-VÍF 24-42 (14-23):

 

##med2##

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 H71175244388626
 VÍF175524609226
 KYNDIL174804404021
 NEISTIN18481510-2917
 KÍF17429453-2413
 STÍF17478513-3510
 TEAM KLAKSVÍK17415545-1307