Ein dystur var í kvøld leiktur í Burn mansdeildini.
Í høllini í Vestmanna eydnaðist tað VÍF at koppa greiða oddaliðnum, H71 við einum teprum 36-35 sigri. Í steðginum var VÍF á odda 21-19.
Filip Jojic var stórskjútti hjá VÍF við 12 málum, og hann fekk eisini heiðurin at seta sigursmálið í netið við einum brotskasti. Blaðungi Boas Ellefsen á Skipagøtu var við 10 málum toppskjútti hjá H71.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum VÍF og H71, umframt støðuna í deildini:
##med2##
##med3##













