Nógv ymisk útlendsk kór vitja Føroyar nú í summarfrítíðini. Eitt av hesum kórum er Fredrikbergs kirkes barne & ungdomskor. Tey komu til Føroyar týsdagin, og verða her til síðst í næstu viku. Fyrstu dagarnar búðu tey í Funningi, men í gjár fóru tey víðari til Strendur, har tey skulu búgva restina av tíðini í Føroyum.
Tað serliga við hesum kóri er, at tey hava ikki bara kórsang. Tey spæla eisini ein leik, sum tey sjálvi hava skrivað og gjørt tónleikin til. Leikurin er í grundini ein umskriving av Jesu líknilsi um tann burturvilsta sonin. Umskrivingin er gjørd á tann hátt, at tað skuldi verið, sum um hann fór fram í dag. Tey hava brúkt umleið hálvt ár at gera leikin, og var hann frumsýndur í mai. Rættiliga nógv verður gjørt burturúr leikinum, bæði við kulissum, ljósi og ljóði.
Fredrikbergs kirkes barne & ungdomskor sýndi hóskvøldið fram leikin í Fuglafjarðar kirkju. Hósdagin skulu tey sýna hann fram á Strondum og hósdagin í Havn. Umframt sjálvan leikin, har kórið eisini syngur nakrar sangir, hava tey eisini konsert. Sangurin er rættiliga ymiskur og fjølbroyttur. Syngja skulu tey eisini ísamband við gudstænastuna í Christianskirkjuni sunnudagin, og har tey annars skulu framføra leikin. Í Funningi hava tey eisini sungið.