Búsetur skal byggja Listasavnið

Listasavn Føroya og Landsverk undirskriva sáttmála við Sp/f Búsetur um útbygging og umbygging av Listasavninum

Tíðindaskriv:

 

Listasavn Føroya hevur í samstarvi við Landsverk undirskrivað sáttmála við arbeiðstakaran Sp/f Búsetur um út- og umbygging av Listasavni Føroya. Verkætlanin er ein týðandi varði í arbeiðinum at styrkja karmarnar um list, miðlan og upplivingar hjá gestum á savninum.

 

Út- og umbyggingin framtíðartryggjar karmarnar hjá savninum og skapar betri umstøður fyri gestir, listina og starvsfólk. Verkætlanin fevnir um nútímansgerð av verandi bygningi umframt nýggj øki, sum geva betri møguleikar til framsýningar, læring og tiltøk.

 

Nú sáttmálin við Sp/f Búsetur er undirskrivaður, fer sjálvt byggiarbeiðið í gongd. Listasavn Føroya heldur tó fram við at vera opið fyri almenninginum. Savnið letur dyrnar upp til eina nýuppheinging av føstu framsýningini. Eisini skipar savnið fyri eini røð av tiltøkum í sambandi við nýggju uppheingingina, har gestir fáa høvi at fylgja menningini og uppliva samlingina á nýggjan hátt.

 

##med2##

 

Løgtingið samtykti einmælt eina løgtingslóg um stuðul til byggiverkætlanina, og stuðul er játtaður frá Augustinus Fonden, Louis-Hansen Fonden, Villum Fonden og Tórshavnar kommunu. Byggiverkætlanin verður framd í tøttum samstarvi millum savnið og Landsverk.

 

“Sáttmálin er eitt stórt og gleðiligt stig í einari verkætlan, sum vit hava arbeitt miðvíst við í longri tíð. Vit síggja fram til eitt gott samstarv við Landsverk og Sp/f Búsetur um at skapa bestu karmar fyri listina og fyri okkara gestir,” sigur Solveig Hanusardóttir Olsen, stjóri á Listasavni Føroya.

 

Væntað verður, at arbeiðið er liðugt á vári 2028.

 

Les meira um byggiverkætlanina her