Bush eigur at boykotta OL

Hillary Clinton heldur ikki, at amerikanski forsetin sigur at fara til OL-setanina í Beijing í summar -Tað, sum er hent í Tibet, og kinesiski leikluturin í Sudan eiga at vera nóg mikið til at fáa Bush at avlýsa ta ætlaðu ferðina til Kina, sigur Hillary Clinton.

Í einum tíðindaskrivi sigur hon, at kinesararnir gera alt ov lítið fyri at steðga áganginum og fólkadrápinum í Darfur, og USA kann als ikki góðtaka kinesisku framferðina í Tibet, sigur hon.

-Broyta kinesararnir ikki kós, áðrenn summarleikirnir byrja, eigur Geirge W. Bush ikki at fara til Beijing, sigur Hillary Clinton.

Bush hevur sagt, at hann ætlar sær til OL-setanina.