Demokratiska valevnið, John Kerry, fanst mikudagin at Bush, forseta og legði hann undir at misbrúka atsóknina tann 11. september í 2001 í valstríðnum upp undir forsetavalið í heyst. Samstundis fýltist hann á, at forsetin hevur sagt seg ikki hava stundir til at greiða einari óheftari nevnd frá, hvat amerikonsku myndugleikarnir vistu undan atsóknunum.
-Hevur forsetin stundir til at vitja eina ríðikapping, hevur hann eisini tíð til at greiða frá, hví fregnartænastan ikki var sína uppgávu vaksin, segði John Kerry við CNN og sipaði til, at Bush júst hevði verið til eina ríðikapping í Houston.
Um tað var atfinningin hjá John Kerry, sum fekk Bush at broyta hugsan, er ikki greitt, men í hvussu er kunngjørdu Hvítu Húsini í gjár, at forsetin er til reiðar at svara spurningum frá teirri óheftu nevndini.
Eygleiðarar í Washington siga, at Hvítu Húsini hava víst lítlan áhuga fyri at samstarva við kanningarnevndina, sum Kongressin setti fyri tveimum árum síðani. Fyrst royndi forsetin at forða fyri, at nevndin bleiv sett, og síðani hevur hann sýtt fyri at lata nevndini skjøl í málinum, og hann vildi heldur ikki lata nevndina avhoyra seg. Trygdarpolitiski ráðgevi forsetans, Condollezza Rice, sýtir framvegis fyri at lata seg avhoyra.
Tá tað herfyri eydnaðist nevndini at fáa fatur á 60 síðum við loyniligum upplýsingum um 11. september, tryggjaði forsetin sær, at bara formaðurin og næstformaðurin í nevndini sluppu at lesa tey. Hinir nevndarlimirnir máttu taka til takkar við einum samandrátti, sum var 17 síður.
Ætlanin er, at kanningarnevndin skal leggja sína frágreiðing fram í juli. Hon kann fáa týdning fyri valið í heyst.
MYNDATEKSTUR:
Bush, forseti skal nú greiða frá, hví amerikonsku fregnartænasturnar ikki megnaðu at forða fyri atsóknini 11. september í 2001.