Formaðurin í Búskaparráðnum er ikki fegin um úrslitið á Løgtingsfíggjarlógini fyri 2022, sum varð samtyk í gjárkvøldið.
Tað sigur hann við Kringvarpið.
Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum, er als ikki nøgdur við, at fíggjarlógin í veruleikanum gevur undirskot í so góðum tíðum, sum eru í dag, tá arbeiði er til allar hendur.
Tá fíggjarlógaruppskotið kom aftur úr fíggjarnevndini til 3. viðgerð, var yvirskotið tódnað niður í 38 milliónir krónur. Uppskotið frá landsstýrismanninum var, at yvirskotið skuldi vera 80 milliónir. Fíggjarnevndin klipti tað fyrst niður í 53 milliónir krónur og síðani niður í 38 milliónir krónur.
Fróði Magnussen segði við Kringvarpið, at tað er ov lítið, serliga sæð í mun til støðuna vit havaí búskapinum í løtuni, góðar tíðir, stóran vøkstur og lágt arbeiðsloysi.
Men í yvirskotinum á fíggjarlógini er roknað við 86 milliónir í inntøku av at selja partabrøv hjá landinum í Smyril Line og í P/F Tjaldur.
– Um tú hevur eina eingangsinntøku, sum ikki kemur aftur, so hevur tú í veruleikanum eitt undirskot. Annars skuldi tú tikið hesa eingangs søluna og býtt hana út á nøkur ár.
– Stýrir tú ikki væl í góðum tíðum, so skalt tú skera í vánaligum tíðum. Og tað er tíverri so, at tað rakar altíð tey veiku, segði Fróði Magnussen við Kringvarpið.
Formaðurin í Búskaparráðnum vísir á, at vøksturin í útreiðslunum seinastu fimm árini hevur verið um 5,4 prosent – ella um 230 til 240 milliónir krónur um árið í vøkstri.
– Tað vil siga, at vit upp á tvey ára hava eina hálva milliard meira, ella yvir fýra ár eina knappa milliard í útreiðslum.
Fróði Magnussen heldur, at politikarar áttu at verið samdur um nøkur viðurskifti. Sum tað fyrsta um løðuútreiðslurnar. Tær átt at verið lagdar í fasta legu, so tær ikki fóru upp í góðum tíðum og niður í ringum tíðum, tí tað ger, at eitt nú tann sum koyrir betongbil eisini hevur eitt arbeiði, tá tíðirnar verða verri.
Og so er tað raksturin. Raksturin átti at vaksið við einum ávísum prosenttali. Tað kundi eitt nú verið trý prosent. Og so áttu politikarar at raðfest innan fyri hesi trý prosentini.
– Sum nú er, so verður alt brúkt hvørja ferð
Hann heldur ikki einastu loysna vera at leggja størri avgjøld á fiski- og alivinnuna.
– So skjótt sum útreiðslurnar vaksa nú, so klára inntøkurnar ikki at fylgja við, sjálvt um vit skatta uppsjóvarvinnu og alivinnu hevur ognarskatt og hvat annað, tað kundi verið, sigur hann.
– Vit kunnu seta okkum spurningin, nær vit skulu hava eina tvífalt so stóra fíggjarlóg, sum í dag. Ella nær skulu vit finna 6,3 milliardir krónur afturat. Við hesum vøkstrinum, vit hava havt, so verður tað um 14 ár, og tá skulu vit útvega 6,3 milliardir afturat um árið.
Fíggjarlógaruppskotið hjá landsstýrinum varð samtykt í gjárkvøldið. Øll broytingaruppskotini hjá andstøðuni vóru feld.
Og tá Kringvarpið spurdi formannin í Búskaparráðnum, hvønn karkater hann vildi geva fíggjarlógini, so segði hann við einum skálkabrosi, at hann helst vildi sleppa undan at svara, tí hann harmaðist at siga, at talan var um dumpikarakter.
– Vit mugu í bestu tíðum megna at fáa eitt yvirskot, so vit megna at standa ímóti í verri tíðum. Vit mugu í bestu tíðum klára at fáa eina fíggjarlóg, so vit klára at halda tænasturnar til millum annað tey veiku, eisini tá tað eru ringar tíðir, so tey ikki svíða hvørja ta einastu ferð, tað kemur ein niðurgongd.