Bussførari uppsagdur

Strandferðslan hevur latið løgregluni eitt mál um óreglusemi á Bygdaleiðum til kanningar

 

Undandráttur

Løgreglan kannar í løtuni, um ákæra skal reisast móti einum bussførara hjá Bygdaleiðum.

Sosialurin hevur fingið at vita, at ein bussførari hjá Bygdaleiðum er sagdur úr starvi, tí komið er eftir, at óreglusemi møguliga hevur verið við avrokningum hansara millum billettmaskinuna og stovnin.

Av Strandfaraskipum Landsins ber ikki til at fáa annað at vita enn, at stovnurin hevur verið varugur við, at okkurt órelguligt helst er farið fram, og at málið er latið løgregluni.

Av Strandferðsluni verður sagt, at stovnurin seinastu árini hevur havt regluligt innanhýsis eftirlit við teimum innkrevjarunum, sum eru í starvi hjá stovninum. Millum annað er sjálvstøðugt starv sum ferðaseðlasamskipari skipað í hesum sambandi.

Strandferðslan hevur gjørt mannagongdir, havt skeið og so framvegis fyri at kunna starvsfólkið um hesa skipanina, verður sagt í skrivligum svari, Sosialurin hevur fingið frá Strandfaraskipum Landsins í samband við hetta ávísa málið um bussføraran.

Strandfaraskip Landsins hevur als onga aðra viðmerking til málið enn, at tað er latið løgregluni til kanningar.

Tað eydnaðist ikki at fáa orð á leiðsluna á kriminaldeildini hjá løgregluni, áðrenn blaðið fór til prentingar.