Bussførarin varð tikin á bóli

Leygarkvøldið var Hildebrand Midjord, bussførari hjá Bussleiðini í Havn, fullkomiliga tikin á bóli, tá starvsfelagarnir við 6 býbussum komu niðan Millum Gilja eftir honum og skipaðu fyri eini veitslu

1. juli 2005 hevur Hildebrand Midjord koyrt býbuss í Havn í 25 ár. Í hesum sambandi høvdu starvsfelagarnir skipað soleiðis fyri, at hann var boðin til døgurða hjá soninum, Ólavi, sum býr Millum Gilja. Har var dekkað borð, og tað luktaði av góðum mati.

Meðan Hildebrand situr og bíðar eftir at vera boðin til borðs bankar upp á, og hann fekk blómur fekk tá blómur handaðar av Thyru Skarðhamar, bussførarra. Uttan fyri stóð ein býbussar, meðan 5 aðrir stóðu longri niðri í gøtuni. Tá skilti hann, at okkurt var á vási. Hann varð síðan biðin um koma við ein túr við einum av bussunum. Síðan koyrdu allir seks bussarnir í fylgi gjøgnum býin eftir rutuni hjá Leið 2, har endastøðin er á Norðasta Horni. Tá vóru øll boðin til veitslu í húsunum hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnardali. Umframt starvsfelagarnar var konan, Ingrid, og børnini, Ritva, Ólavur og Heini og svigarbørnini við í veitsluni. Tilsamans 36 fólk.

Hildebrand sigur, at hann hevði ikki minsta illgruna um nakað, og hann var fullkomiliga tikin á bóli. Hann varð so yvirraskaður at hann hevur ikki orð fyri tí.

Hildebrand er ættaður ú Lopra. Hann hevur búð í Havn síðan 1952 og arbeiddi sum barberur á barberstovuni hjá Hjalta Skaale á "Glade Hjørn" í tilsamans 16 ár. Meðan hann arbeiddi har, koyrdi hann eisini hýruvogn og var onkrar túrar í Íslandi til garnafiskiskap og róði út við bátum í Grønlandi.

Hildebrand, sum verður 67 ár í september, byrjaði at koyra býbuss 1. juli 1980, tá P/F Bil rak Bussleiðina. Hann hevur trivist sera væl í hesum starvi øll 25 árini.