Bussferð til dystin B36 - FC Midtjylland

Um nóg nógv tekna seg, skipa Magnus Skæling og Føroya Húsið í Keypmannahavn fyri eini bussferð til dystin millum B36 og FC Midtjylland í Herning hósdagin 11. august

Magnus Skæling og Føroya Húsið í Keypmannahavn skipa fyri eini bussferð til UEFA Cup-dystin millum B36 og FC Midtjylland í Herning hósdagin 11. august, um nóg nógv tekna seg.

Farið verður frá Føroya Húsinum í Vesterbrogade hósdagin kl.12.00 og heim aftur beint eftir dystin, sum byrjar kl. 18.00. Vera aftur í Keypmannahavn umleið kl. 24.00.

Prísurin er 325,- krónur fyri ferðina báðar vegir við atgongumerki til dystin.

Tilmelding er á teldupostadressuni: [email protected]

Tey sum hava fyrispurningar viðv. ferðini eru vælkomin at ringja til Magnus Skæling á tel. 0045 29722036

Áhugaði vera vinarliga biðin um at flyta peningin á konto nr. 4400 3198021997, viðmerkt: B36/Herning. Seinasta freist at tekna seg er týsdagin 9. august kl. 15.00.

Tilmeldingin er ikki galdandi fyrr enn peningurin er goldin. Um ikki nóg nógv tekna seg, og ferðin tí verður avlýst, verður peningurin afturgoldin.

Treytin fyri at ferðin verður gjøgnumførd er, at í minsta lagi 49 fólk tekna seg.