Bussleiðin má tillagast tá Eysturoyartunnilin kemur

Í 2020 broytist samfelagskervið og ferðslumynstrið munandi

Næsta ár kemur Strandferðslan at merkja eina stóra broyting, sum bussleiðin má fyrihalda seg til. Tá letur Eysturoyartunnilin upp fyri ferðslu, og av hesum fer samfelagskervið og ferðslumynstrið at broytast munandi. Tí er ætlanin at gera nakrar broytingar í ferðaætlanunum hjá Bygdaleiðum. 

 

- Ávirkanin á ferðslumynstrið er ikki møguligt at framskriva ítøkiligt, men arbeitt verður við at fyrireika broyttar ferðaætlanir, stendur at lesa í nýggja útboðstilfarinum hjá Strandferðsluni.

 

Strandferðslan sigur, at tað kann væntast, at teir bussarnir, sum koma at koyra í Eysturoynni í ávísan mun skulu tillaga koyringina eftir, at tunnilin er latin upp.