Fimm fólk doyðu, tá ein býbussur í Moskva fór av leið og koyrdi gjøgnum ein gongutunnil, upplýsir russiska ferðsluløgreglan.
– Sambært fyrstu fyribilsupplýsingum eru fimm fólk deyð, sigur tjóðarsjónvarpið.
Upptøkur hjá sjónvarpinum vísa ein buss koyra oman gjøgnum trappurnar og raka fleiri fólk til gongu.
– Har eru deyð og særd, sigur borgarstjórin í Moskva, Sergej Sobjanin, í einum tweeti, har hann sýnir teimum avvarðandi samkenslu.
/ritzau/AFP