Bussvanlukka kravt 38 mannalív

Ein samanstoytur millum ein buss og ein lastbil í landnyrðingspartinum av Brasil hevur kravt 38 mannalív. Vanlukkan hendi tíðliga í morgun nærhendis býnum Milagres.

Myndugleikarnir siga, at bussurin, sum ikki var skrásettur eftir reglunum, var á veg úr statinum Mato Grosso til statin Pernambuco við fólki, sum arbeiða í sukurplantasjum, tá vanlukkan hendi.

Ferðsluvanlukkar eru rættiliga vanligar í Brasil, og lutfalsliga doyggja fleiri fólk í ferðsluni har enn í nøkrum øðrum landi. Heimsheilsustovnurin WHO sigur, at av hvørjum 100.000 brasilum doyggja 18,3 í ferðsluni.