Jenson Button og Brawn stevna beint móti gullinum í ársins útgávu av Formel 1. Kappingin hevur í seinastu verið órógvað av verkfalshóttanum frá koyrarunum, men hetta legði bretski Button lítið í í Istanbul. Stórtalentið hjá Red Bull, Sebastian Vettel, hevði annars Pole position, men Button fór skjótt framvið honum, og so var bara at halda leiðsluni allan vegin á mál. Button er nú á odda við 61 stigum. Barrichello á øðrum plássi hevur 35 stig.