Buzz Aldrin-røðin liðug

Í fjør vóru upptøkur gjørdar í Føroyum til sjónvarpsrøðina Buzz Aldrin – hvor ble du av i alt myldret. Hetta er norsk sjónvarpsrøð, sum byggir á skaldsøgu hjá Johan Harstad.

 

Ein týðandi partur av søguni gongur fyri seg í Føroyum, og tí vóru upptøkur gjørdar her í fjørsummar. Leikstjóri er Geir Henning Hopland, og høvuðsleiklutin í røðini hevur Pål Sverre Valheim Hagen.

 

Nú er sjónvarpsrøðin liðug framleidd. Hon verður fyri fyrstu ferð sýnd í biografi í Stavanger, har ein partur av røðini eisini gongur fyri seg, tann 25. september, og røðin skal sjálvsagt eisini sýnast í sjónvarpi.

 

- NRK fer at vísa Buzz Aldrin í november, og helst verður røðin víst í føroyskum sjónvarpi eftir tað, sigur Geir Henning Hopland.