Dramatikkurin og spenningurin vóru so stórir í finaluróðrinum í væl eydnaða kappingarárinum, sum tað ber til at ímynda sær. Undir upphitingini brotnaði ein ár umborð á Havnarbátinum. Tí var neyðugt at fáa eina nýggja ár til vega, og tað vóru sjálvandi eingir trupulleikar við tí.
Tá startskotið ljóðaði, og uppspentu vøddarnir sendu stóru og smidligu 10?mannaførini frá Argjahøvdu, hekk guli Eysturoyingurin eftir. Teir høvdu trupulleikar við at sleppa leysir av startinum, og høvuðsdómarin gjørdi av, at bátarnir skuldu starta umaftur.
Í nýggja startinum gekk alt, sum tað skuldi, og tað var heilt skjótt, at vestmenningar løgdu seg á odda og harvið boðaðu frá, at teir ætlaðu sær at vinna ólavsøkuróðurin.
Munurin var ongantíð nakar serligur. Tí vóru teir knøppu fýra minuttirnir av málinum og framvið Molanum, har áskoðararnir vóru so nógvir, sum teir sjáldan hava verið áður, fyltir við spenningi.
Vestmenningurin var leingi ein hálvan skut frammanfyri Eysturoyingin, sum aftur var ein hálvan skut frammanfyri Havnarbátin. Tað var ikki leyst frá tí fremsta og aftur til Klaksvíkingin og Nólsoyingin, sum aftur hesa ferð støðugt kappaðust um at sleppa undan aftasta plássinum. Tí kappingini kom Klaksvíkingur aftur hesa ferð best burturúr. Men róðrarárið sum heild royndist ikki so væl hjá nýggja Klaksvíkinginum, sum teir í virkna róðrarfelagnum í Klaksvík høvdu vónað. Klaksvíkingurin hevur framvegis ikki vunnið síðani í 1970!
Vestmenningurin helt alla tíðina tørn um oddasessin. Hálvi skuturin gjørdist til ein heilan skut, og framvið Molanum var Vestmenningurin eina hálva bátslongd frammanfyri kappingarneytarnar. Teir báðir næstu royndu á síðstu meiri enn eitt hundrað metrunum at hótta oddafiskin. Munurin minkaði, men tað eydnaðist ikki at taka Vestmenningin, sum enn eina ferð var hinum ov boysin í ólavsøkuróðrinum, sum vestmenningar so ofta hava vunnið.
Havnarbáturin og Eysturoyingurin kappaðust um meistaraskapin. Tann av teimum báðum, sum kom fyrstur á mál, vann meistaraskapin. Eysturoyingurin vann ta kappingina. Harvið stóðu teir seg betri, enn teir fyrr í summar hava gjørt, tá tað hevur verið kappast á stuttu teinunum.
Men tað var so sera javnt. Havnarbáturin var nummar tvey og harvið á veg ímóti FM heitinum, tá tað restaðu eitt hundrað metrar. Men teir umborð á Eysturoyinginum áttu flestu kreftirnar og mestu orkuna í endaspurtinum. Skuturin, sum Havnarbáturin var frammanfyri, tódnaði og tódnaði, í nøkrtum tøkum í endaspurtinum lógu bátarnar stavn um stavn, men á málinum var Eysturoyingurin næstfremstur og FM vinnari.
Havnarbáturin var stóri taparin. Eitt er, at tað ikki eydnaðist teimum at vinna FM heitið í heimasjógvi og harvið at gera Sílinum við dreingjum og gentum kunstin eftir ? altso bæði at vinna ólavsøkuróðurin og FM heitið. Tað verra fyri Havnarbátin var, at triðja plássið í ólavsøkuróðrinum bar við sær, at Havnarbáturin í FM kappingini frá at hava verið roknaður sum favorittur at vinna FM heitið datt heilt niður á triðja plássið. Tað var eitt stórt vónbrot.
Sigurin hjá Vestmenninginum bar sjey stig við sær í FM kappingini. Tað var ikki nóg mikið at vinna FM heitið. Kiksarin vesturi í Miðvági, tá fleiri av vestmenningum vóru illa fyri orsaka av sjúku, kostaði tey stigini, sum á ólavsøku restaðu í fyri at vinna FM heitið. Men ólavsøkusigurin mundi kennast søtur. Umframt at vera góður endi á róðrarárinum bar hann við sær, at vestmenningar í FM kappingini endaðu frammanfyri havnarmenn. Tað hevði sjálvandi verið allar best hjá vestmenningum, um teir høvdu vunnið FM. Men tá tað ikki bar til, kundi tað neyvan kennast søtari hjá teimum úr Vestmanna, enn at teir fingu sjey stig, vunnu silvurmerkini í FM kappingini og harvið trýstu Havnarbátin niður á triðja plássið.
Drúgvu manningini umborð á Eysturoyinginum verður ynskt hjartaliga tillukku við FM heitinum. Síðani FM kappingarnar í 1973 vórðu skipaðar soleiðis, sum tær hava verið síðani tá, hevur Eysturoyingurin vunnið FM heitið tríggjar ferðir ? í 1998, í 1999 og aftur í ár.
Hetta er fyrsta árið, at henda manningin vinnur FM heitið, og tað man neyvan vera nakar ivi um, at teir flestu av ungu monnunum verða at síggja aftur, tá Eysturoyingur og vónandi fleiri 10?mannafør, enn tað hava verið við í kappingini í ár, á norðoyastevnu komandi ár aftur fara at leggja til brots í mest spennandi hásummarkappingini á Føroya landi.