Mikukvøldið verður bygdasøgukvøld í Tofta skúla, har Helgi Jacobsen fer at siga frá um, hvussu hann skrivar bygdasøgu.
Kvøldið verður hildið í sambandi við, at nú verður av álvara farið undir at skriva søguna um Nes, Toftir og Saltnes.
Tað verður Helgi Jacobsen, sum fer at greiða frá, hvat hann leggur dent á, tá hann skrivar bygdasøgu, og hvussu hann ímyndar sær søguna um bygdirnar í kommununi.
Helgi hevur áður skrivað eitt nú Vestmannasøgu og bókina um slóðbrótaran, Júst í Túni av Toftum.
Ymiskt verður á skránni mikukvøldið, og fólk hava høvi at spyrja og annars at geva sín íblástur til arbeiðið við bygdasøguni.
Kórið í Undirhúsinum fer eisini at syngja nakrar sangir.
- Bygdaráðið og fyrireikingarbólkurin vóna, at fólk taka væl undir við arbeiðnum at skriva bygdasøguna og møta fjølment í skúlanum mikukvøldið, sigur Nes kommuna.
Tiltakið verður í Tofta skúla mikukvøldið 5. februar klokkan 19.30.