Nú fer Tórshavnar Býráð at seta bygginevnd at fyrireika byggingina av eini nýggjari svimjihøll í Havnini við 50 metra hyli.
Hetta er semja um í Tórshavnar býráð og á fundi í kvøld fer býráðið at viðgera málið. Og eftirsum at semja er um tað, verður tað uttan iva samtykt
Havnar Svimjifelag hevur javnan víst á tørvin á at bøta um umstøðurnar hjá svimjingini í Havn.
Í heildarætlanini fyri Gundadal er lagt upp til at svimjihøllin verður longd.
Men nú hevur svimjifelagið Felagið víst á aðra loysn, har bygt verður nýggj høll við 50 metra hyli við 10 geilum vestanfyri svimjihøll í Gundadali, har sum ÍSF-húsið er.
Talan skal vera um ein hyl ið lýkur øll altjóða krøv.
Í fíggjarætlanini hjá Tórshavnar Kommunu eru fimm milliónir krónur settar av til at seta í gongd arbeiðið at fyrireika nýggja 50 metra svimjihøll.
Nú er so ætlanin at seta eina bygginevnd og hon skal so útvega byggiskrá og skitsuuppskot og samstundis skal ein hálv millión afturat játtast til endamálið.
Havnar Svimjifelag hevur mett, at ein nýggj høll við 50 metra hyli kostar 42 milliónir og at byggitíðin er tvey ár.
Umframt sjálvan hylin, heldur felagið, at tað er nóg mikið at gera pláss fyri 200-300 áskoðarum.
Myndin vísir, hvussu Havnar Svimjifelag hugsar sær at nýggja høllin fer at síggja út við ongum taki- har hon stendur vestanfyri Svimjihøllina.