Bygging av búfelagsskapi á Toftum er byrjað

Íbúðirnar verða umleið 50 fermetrar stórar. Afturat íbúðunum verða felagshølir, starvsfólkarúm, goymsla, tøknirúm og annað.

Í fjør gjørdu Nes kommuna og Bústaðir rammuavtalu um eitt grundøki oman fyri kommunuskrivstovuna. 

Avtalað varð, at Nes kommuna gjørdi grundøkið byggibúgvið og síðan seldi tað til Bústaðir. Bústaðir fara síðan at byggja íbúðir, ið Almannaverkið fer at leiga til íbúgvar, sum eru fevndir av teirra tænastum.

- Fyrr í summar varð sáttmáli undirskrivaður millum Bústaðir og Byggivirkið KBH um bygging av íbúðarbygningi í trimum hæddum við 18 íbúðum, staðsettur á Kneysum á Toftum.

Tað siga tey í Nes kommunu í dag.

Lagt verður aftrat, at íbúðirnar verða umleið 50 fermetrar stórar. Afturat íbúðunum verða felagshølir, starvsfólkarúm, goymsla, tøknirúm og annað.

- Aftanfyri bygningin verður gjørt eitt elevatortorn, trappur, svalagongd og stuðlamúrur við hegni. Frammanfyri bygningin verður altan, terrassa og parkering.

Í Nes kommunu siga tey í dag, at nú er KBH av álvara farið undir byggingina, sum eftir ætlan verður liðug á sumri 2025.