- Byggingin av frystitrolaranum, sum Mest byggir fyri Varðan, gongur eftir ætlan.
Soleðis verður sagt á heimasíðuni hjá Varðanum í Gøtu.
- Skipið verður góðar 44 metrar langt og slakar 12 metrar breitt.
Víst verður á, at skrokkurin verður bygdur á Stozcnia Wisla skipasmiðjuni í Gdansk í Póllandi.
- Nú eru allar stáleindirnar komnar saman, og formurin á skrokkinum sæst.
Lagt verður aftrat, at skokkurin eftir ætlan verður sleipaður til Føroya í desember mánaði.
- Á Skála verður skipið útgjørt, og væntandi verður skipið liðugt bygt á sumri 2026.
Hjá Varðanum siga tey, at nýggja skipið verður uppkallað eftir Jákup Jacobsen, sála, og kemur at eita Dunga Jákup.
##med2##
##med3##