Byggivinnan veksur skjótast

Løntakaratalið er vaksið í øllum vinnugreinum síðani 2013. Gongdin hevur tó verið ymisk í vinnugreinunum vísir ein greining, sum Hagstovan hevur gjørt av arbeiðsmarknaðinum. 3.500 fleiri løntakarar eru komnir seinastu fimm árini.

 

Verður gongdin lýst í 4 høvuðsvinnubólkum, hevur nógv størsti vøksturin verið í bólkinum ‘Byggivinna o.o. tilvirking’, sum er vaksin við 40%.  Bólkurin ‘Fiskivinna og onnur ráevnisvinna’ er vaksin við 13%, ‘Privatar tænastuvinnur’ við 12% og ‘Almenn og onnur tænasta’ við 10%.

 

Lýst við trendinum vísir gongdin samanlagt fyri allar vinnur ein rættiliga støðugan vøkstur hesi árini við nakað oman fyri 0,2% í miðal hvønn mánað. Tó hava verið stór sveiggj í einstøkum vinnum.

 

Nógv tey størstu sveiggini hesi árini eru í høvuðsbólkinum ‘Fiskivinna og aðrar ráevnisvinnur’ , tá sum oman fyri nevnt er tikið hædd fyri sveiggjum í árstíðum og øðrum óreglusemi í ymsu vinnugreinabólkunum. Í ‘Fiskivinnu og øðrum ráevnisvinnum’ hevur talið av løntakarum gingið bæði upp og niður hesi árini. Seinna hálvár 2017 og fyrra hálvár í 2018 var afturgongd í løntakaratalinum í hesum bólki, men seinasta hálvárið hevur gongdin aftur verið positiv.

 

Verður farið nærri inn í vinnugreinarnar, fæst ein meira fjølbroytt mynd av gongdini hesi seinastu fimm árini. At nógv størsti vøksturin er í byggivinnuni er neyvan undrunarvert. At síðani koma kommunur og ríkisstovnar hevur m.a. við tað at gera, at í 2015 tóku kommunurnar ábyrgdina av eldraøkinum. T.v.s. at starvsfólkini í eldrarøktini, sum áðrenn 2015 taldu við í talinum fyri almannaøkið, nú telja við í kommunutølunum. Merkisvert er helst, at triðstørsti vøkstur í einstøkum vinnugreinum er í gistihús- og matstovuvirki. Í hinum endanum er kanska eisini merkisvert, at einans 1 løntakari er komin aftrat hesi fimm árini í landsfyrisitingini.