HM: Stríðsmaðurin úr Bodø ætlar sær ongan veg

Patrick Berg hevur gjørt tað framúr undir HM-endaspælinum

Mynd: Ritzau Scanpix

Millum teir sum hava gjørt tað framúr væl fyri Noreg undir HM-endaspælinum er 28 ára gamli verjukendi miðvallarin, Patrick Berg, ið nú hevur spælt 49 landsdystir.

 

Burtursæð frá einum stuttum uppihaldi í Lens í Fraklandi í 2022, so hevur Patrick Berg síðani 2014 verið knýttur at Bodø/Glimt, ið hevur verið fremsta norska liðið í í 2020-unum. 

 

Norskir miðlar hava frittað um ikki tíðin er búgvin hjá Patrick Berg at royna seg uttanfyri landoddarnar. Men innføddi Bodø-maðurin sigur seg stórtrívast í føðibýnum, har hann og liðfelagarnir eisini hava avrikað væl í evropeiskum kappingum. 

 

Við Nettavisen sigur Patrick Berg: - So leingi sum eg eri leikari hjá Bodø/Glimt, so fari eg altíð at geva alt eg eigi í mær og hava virðing fyri felagnum. So fari ikki at koma við nøkrum ynski um at sleppa úr felagnum. Eg havi tað framúr gott í Bodø. Sigur Patrick Berg. 

 

Patrick Berg hevur spælt 349 dystir fyri Bodø/Glimt. Hann hevur skotið 45 mál, og hann hevur lagt upp til 53 mál.

 

Patrick Berg hevur enn til góðar at skjóta fyrsta málið fyri norska landsliðið. 

 

 

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix