Tað sigur uttanríkisleiðarin í ES, Kaja Kallas, undan fundinum hjá uttanríkisráðharrunum í Brússel.
Hon sigur, at talan verður um størstu einstøku víðkanina av revsitiltakslistanum higartil, og at hon er eitt svar upp á russisku álopini á sivilar seinastu vikurnar.
Enn er tó eingin semja um 21. revsitiltakspakkan hjá ES móti Russlandi.
Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, sigur, at hann fer at trýsta á fyri at fáa allan pakkan samtyktan skjótast gjørligt.
– Vit skulu hava tey harðastu revsitiltøkini, sum hugsast kunnu, móti Russlandi. Um vit ikki fáa pakkan samtyktan í dag, so vóni eg, at tað verður innan fáar dagar, sigur hann.
Ein av orsøkunum til drálið er, at fleiri ES-lond óttast fyri búskaparligu avleiðingunum. Millum annað er enn eingin semja um bann fyri tænastum til russisk oljuskip ella um forboð móti ávísum tænastum í sambandi við útflutning av russiskum gassi.











