Í fagrasta sólskinsveðri á vestanstevnu leygarmorgunin loysti Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, fyrsta flagið á nýggju útstykkingini á Heiðatrøðni í Miðvági.
- Við hesum er arbeiðið við útstykkingini alment farið í gongd. J&K Petersen, sum fyrr í ár vann arbeiðstøkuna, fer nú undir at gera arbeiðsøkið klárt. Eftir tað verður farið í summarfrí, og sjálvt arbeiðið at gera veg og grundstykkini byggibúgvin byrjar aftur mánadagin hin 10. august.
Soleiðis siga tey í Vága kommunu henda dagin, tá fyrsta flagið varð loyst til eina nýggja útstykking á Heiðatrøðni.
Útstykkingin er fyrsta stig í menningini av einum størri bústaðarøki í Miðvági.
- Tey fyrstu 10 grundstykkini verða nú gjørd byggibúgvin. Økið er lagt til rættis sum eitt friðarligt og familjuvinarligt bústaðarøki við fríøkjum og góðum útsýni. Við tíðini verður økið bundið saman við bústaðarøkinum norðuri á Heiðum.
Víst verður á, at fram til, at arbeiðið byrjar eftir summarfrítíðina, bjóðar Vága kommuna borgarum at skera sær flag á økinum til egna nýtslu.
- Hetta er eitt uppskot, sum kom inn til kommununa frá Elsibet Jacobsen, býráðslimi. Uppskotið varð væl móttikið, bæði av Vága kommunu og J&K Petersen.
Sagt verður, at flagið kann brúkast til smærri verkætlanir heima við hús, eitt nú til at leggja nýggja grasplenu, javna lendi, leggja flag á takið á einum úthúsi og til aðrar smærri uppgávur.
- Við hesum verður flagið gagnnýtt, áðrenn maskinurnar fara undir sjálva útstykkingina. Í staðin fyri at verða flutt burtur í sambandi við arbeiðið, kemur flagið nú borgarum til gagns.
##med2##
Borgarstjórin, Bjarni Prior, sigur soleiðis:
– Vit hildu beinanvegin, at hetta var eitt sera gott uppskot. Flagið hevði undir øllum umstøðum verið tikið av økinum í sambandi við arbeiðið, men nú fáa borgarar í staðin møguleika at fáa gagn av tí til smærri verkætlanir heima við hús.
Borgarstjórin heldur tað vera bæði skilagott og burðardygt at gagnnýta flagið heldur enn at lata tað fara til spillis.
Sigtór A. Petersen, stjóri á J&K Petersen, er samdur:
– Vit vóru fegnir, tá uppskotið kom. Hetta krevur ikki nógv eyka arbeiði hjá okkum, men kann hava stóran týdning fyri borgarar, sum hava tørv á flagi til smærri arbeiðir heima. Samstundis verður eitt gott tilfeingi gagnnýtt í staðin fyri at fara fyri skeytið, sigur stjórin.
Í Vága kommunu siga tey, at borgarar, sum ynskja at skera sær flag, verða biðin um at seta seg í samband við kommunu frammanundan, so kommunan hevur yvirlit yvir virksemið á økinum og kann samskipa arbeiðið.












