Byggja íbúðir í kommunuskrivstovuni

Fleiri kommunur í landinum eru farnar at leggja dent á íbúðarbygging og seinasta í røðini er Vestmanna kommuna.

 

Seinastu dagarnar eru maskinur komnar á økið við gomlu kommunuskrivstovuna, og hetta hevur fingið fólk at seta seg í samband við kommununa fyri at fregnast.

- Ætlanin er at umbyggja gomlu kommunuskrivstovuna til íbúðir, og tað er hetta arbeiði, sum nú er byrjað, skrivar Vestmanna kommuna á heimasíðu sínari.

 

Tað er Bústaðir, sum standa fyri umbyggingini, og teirra vegna eru tað Konsax sum eru byrjaðir at arbeiða. Vestmanna kommuna sigur, at fyrst verður kannað hvussu støðan er við dreningini rundan um bygningin.

 

- Fólk, sum eru áhugað í at fáa íbúð í bygninginum, skulu venda sær til Bústaðir, skrivar Vestmanna kommuna.