Byggja eldravinarlig hús í Trongisvági

Sp/f Roest fer um einar tvær vikur undir eina serliga útstykking á Heiðatrøðni. Har verða bygd hús, sum eldri fólk og brekað kunnu búgva í

Í hesum døgum eru ikki nógv, sum byggja sethús, men um tvær vikur fer sp/f Roest at grava út fyri fyrstu húsunum, sum felagið fer at byggja á Heiðatrøðni í Trongisvági.
Heiðatrøðin liggur beint við Føroya Keypssamtøku. Kommunan keypti trøðna at stykkja út til sethús, og ein part av hesi trøð hevur SP/F keypt.
- Vit hava fingið fígging, og alt skuldi verið klárt, so vit kunnu fara til verka. Okkum vantar bara eina undirskrift, sum vit vita, at vit fáa, sigur Sven Roest, stjóri í sp/f Roest.
Húsini verða sambygd tvey og tvey, og í fyrsta byggistigi verða fimm ella seks hús. Samanlagt skulu byggjast 18-20 hús á trøðni.
- Vit byggja húsini soleiðis, at eldri fólk og brekað kunnu búgva har, eitt nú verða ongar gáttir, køkurin innrættaður við atliti til tey fólkini, men selja ikki íbúðirnar sum eldraíbúðir, tí vit hava onga hóming av, hvussu stórur tørvurin er á slíkum bústøðum í kommununi.
Húsini verða 86 fermetrar, og tá ið tey verða seld, verða tey fullkomiliga liðug.
Sven Roest nevnir húsini fyri lágorkuhús og umhvørvisvinarlig hús, tí tey skulu hava flagtekju og hitapumpu.
Arkitekturin Albert Isfeld hevur teknað.
Hann sigur, at onkrir seriøsir fyrispurningar eru komnir til húsini.
Ætlanin er, at tey fyrstu tvey húsini skulu verða liðug í august, og tá er ætlanin at hava opið hús saman við arkitekti, leverandørum og øðrum.
Kostnaðurin fyri tey fyrstu húsini verður væntandi stívliga ein millión krónur.
Sven Roest heldur, at teir eru væl fyri at fara undir slíka byggiætlan, tí annar sonur hansara er múrari og hin snikkari. Annars er ætlanin bara at hava lokalar arbeiðstakarar.