Atlantic Sapphire, sum hevur aling á landi, hevur selt virðisbrøv fyri 783 miljónir norskar krónur, og peningurin skal brúkast til at framskunda 2. byggistig av risastóru verkætlanini við einari landalistøð, sum felagið byggir í Florida.
Tað skrivar felagið í einari fráboðan til keypskálan miðskeiðis í hesi vikuni.
Alifelagið heldur, at tað eigur at vera bíigari at framleiða laks nær brúkarunum enn at senda fiskin við flogfari úr eitt nú Noregi til USA.
Risastóra landalistøðin byggir á endurnýtslu av vatni, og ætlanin er at brúka somu tøkni í Florida, sum felagið brúkar í Hvide Sande í Danmark. Tað merkir, at vatnið, sum er í alibrúkinum, verður reinsað og brúkt fleiri ferðir.
Í Hvide Sande framleiðir Atlantic Sapphire longu 800 tons av laksi um árið, og ætlanin er, at framleiðslan her skal koma upp á 3000 tons um árið.
Í USA skal laksurin, sum verður aldur á landalistøðini, marknaðarførast sum laksur úr umhvørvisvinarligari alistøð, har vatnið verður endurnýtt, reinsað og brúkt fleiri ferðir. Fiskurin, sum verður aldur á landi, fær ikki lýs og sjúkur, sum standast í havinum, og soleiðis ávirkar alingin heldur ikki vistskipanina í havinum.
Í endanum av november í fjør vórðu tey fyrstu 400.000 rognini sett út í nýggju landalistøðina í Florida. Málið er at taka 9.500 tons av laksi um árið frá miðskeiðis í 2020, men tá alistøðin er liðugt útbygd, er ætlanin sambært felagnum, at tøkan av laksi verður 90.000 tons um árið.
Alivinnan hevur stórar umhvørvisligar avbjóðingar, og brúktar verða risastórar upphæddir móti laksalúsini. Laksur verður mistur, og ymiskar sjúkur kunnu vera ein hóttan. Avleiðingin er, at fleiri og fleiri feløg flyta alingina upp á land fyri at fáa bilbugt við umhvørvisligu trupulleikarnar.
Kelda til hesa grein er norska heimasíðan - www.sysla.no