Sandur fær nýggjar skúrar og sølutorg

- Oman á skúrunum verður terassa við borðum og benkrum, og niðan fyri fara vit at gera eitt sølutorg, har høvi verður hjá fólki at selja ymiskar matvørur og grøði, sigur borgarstjórin, Heri Sverrason.

Í løtuni verða níggju skúrar bygdir við havnalagið á Sandi. Hetta er á leiðini, har gomlu egningaskúrarnir frammanundan eru. 

 

Tað er kommunan, sum byggir skúrarnar, og teir verða síðan leigaðir út til fólk, sum hava áhuga fyri at hava ein skúr á bryggjuni.

 

Talan er um skúrar, sum kunnu brúkast til ymisk endamál, eitt nú til egning, skering av fiski, kjøti ella tilreiðing av fugli.

 

Heri Sverrason, borgarstjóri í Sands kommunu, vísir á, at fólk kunnu eisini leiga skúrarnar til goymslu av ymiskum slag.

 

- Vit fara at bjóða skúrarnar út til leigu, og vit vænta, at áhugin at leiga sær ein skúr verður stórur, leggur hann aftrat.

 

Oman á skúrunum verður terassa við borðum og benkrum, og her verður høvi hjá fólk at stytta sær stundir við góðum útsýni yvir havnalagið.

 

- Síðan fara vit eisini at gera eitt sølutorg her niðan fyri, har fólk hava høvi at selja ymiskar vørur, fisk, fugl, kjøt og grøði - ella, hvat tað nú kann verða.

 

Heri Sverrason sigur, at einaferð í vár verður eisini farið í holt við at rudda havnalagið á Sandi, so her verður ruddiligt og hugnaligt at koma.

 

- Her verður serliga hugsað um tað leysa, sum liggur sunnan fyri fiskavirkið og undir bakkanum suður eftir, leggur hann aftrat.

 

Tað er Mads Hentze, sum byggir skúrarnar fyri Sands kommunu.

 

##med2##