Byggi- og býarkipanarnevnd Tórshavnar býráðs samtykti mánadagin at geva loyvi til at byggja upp á leigulonina, sum fyri tveimum árum síðan varð sett upp í Hoydølum orsakað av vantandi undirvísingarhølum.
Nú er aftur ov trongt á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði.
Tí skulu nú byggjast fýra skúlastovur oman á ta lonina, og tær skulu verða lidnar at taka í nýtslu, tá ið nýtt skúlaár byrjar í august.
Landsverk søkti vegna Mentamálaráðið um byggiloyvi. Eftir er at fáa loyvi frá Føroya Fornminnissavni og Yvirfriðingarnevndini.
Lonin og byggingin omaná eru bara ein fyribilsloysn, til skúlin í Marknagili eina ferð verður liðugur.